270 likes | 476 Views
Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar. Endamálið er at skipa viðurskiftini soleiðis, at vit fáa eina fíggjarliga haldføra eftirlønarskipan, ið tryggjar øllum eftirlønarum ein virðiligan og góðan aldurdóm Dagskrá: Yvirlit Demografiskar framskrivingar Fíggjarligar framskrivingar
E N D
Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar Endamálið er at skipa viðurskiftini soleiðis, at vit fáa eina fíggjarliga haldføra eftirlønarskipan, ið tryggjar øllum eftirlønarum ein virðiligan og góðan aldurdóm Dagskrá: Yvirlit Demografiskar framskrivingar Fíggjarligar framskrivingar Tiltøk sum kunnu minka vøksturin í eldraútreiðslunum a) broyting av almannapensjónum b) øking av persónligari uppsparing c) hækking av pensiónsaldri d) prístalsjavning av almannapensjónum 5. Pensjónsviðurskifti í Føroyum og øðrum londum 6. Hvussu stór uppsparing er neyðug 7. Samandráttur
1. Yvirlit Demografiska og fíggjarliga gongdin: • Fleiri eldri og færri arbeiðsfør • Vaksandi útreiðslur til eldrarøkt og pensjónir • Færri á arbeiðsmarknaðinum merkir minni skattainntøkur Eldraútreiðslurnar sum prosentpartur av BTÚ vaksa so nógv at tað førir til økt skattatrýst og fíggingartrupulleikar Landskassin fer ikki longur at kunna røkja sínar skyldur Landskassin fer ikki longur at kunna fíggja pensjónir og røktartænastur Tað er tí neyðugt at gera stórar broytingar av almennu og persónligu pensjónsskipanunum
2. Demografiskar framskrivingar • Fólk liva longri og eru tí pensjónistar í fleiri ár • Fleiri pensjónistar í mun til arbeiðsfør • Fleiri gerast veruliga gomul
3. Fíggjarligar framskrivingar • Fyritreytir fyri útrokningum • Árligur produktivitetsvøkstur 2,0 % • Árligur prísvøkstur 1,5 % • Árligur lønarvøkstur (1.+2.) 3,5 % • Árligur vøkstur í pensjónum er lønarjavnað við 3,5 % • Eldraútreiðslur í mió. kr. og í % av BTÚ frá 2007-2050 eru á teimum næstu síðunum
3) Fíggjarligar framskrivingar (Uttan broytingar í eftirlønarskipan)Almennar útreiðslur til eldri (í føstum prísum)
3) Fíggjarligar framskrivingar (Uttan broytingar í eftirlønarskipan) Almennar útreiðslur til eldri (í leypandi prísum) • Eldraútreiðslurnar vaksa úr umleið 10 til 21 % av BTÚ • Hetta svarar til, at árligu útreiðslurnar á FL høvdu verið 1,3 mia. kr. størri enn í dag
4) Tiltøk ið tálma vøksturin í eldraútreiðslunum a) Broyting av almannapensjónum - bruttofisering av almannapensjónum - mótrokna í størri parti av almannapensjónum • Tvungin persónlig uppsparing (og nýggj samanseting av eftirløn) • størri skattainntøkur av pensjónum, størri mótrokning og møguleiki fyri brúkaragjaldi í framtíðini • lægri almannapensjónir • Hækka pensjónsaldur - minni útreiðslur til almannapensjónir - hægri skattainntøkur av arbeiði • Prístalsjavning av almannapensjónum - lægri almannapensjónir
4a) Broyting av almannapensjónum Gera alla pensjón skattskylduga, og bruttofisera almannapensjónirnar Mælt verður til at gera allar pensjónir skattskyldugar – eisini grundupphædd Grundupphædd og viðbót verða hækkað við skattaeffektini, so inntøkan eftir skatt er óbroytt Í dag er grundupphæddin ikki skattskyldug Bruttofisering ger at pensjónir kunnu samanberast við vanligar lønarinntøkur Bruttofisering ger at fólk við góðum pensjónsinntøkum og lønarinntøkum koma at gjalda ein hægri og meira rímiligan skatt
4a) Broyting av almannapensjónum Mótrokna í størri parti av almannapensjónunum Samansetingin av pensjón í dag er: Grundupphædd 50.028 Viðbót 37.718 AMEG 26.520 Tað er í dag bert møguligt at mótrokna í viðbótini, sum er góð 30 prosent av samlaðu almannapensjónunum. Mælt verður til, at møguleiki skal vera at mótrokna í størri parti av almannapensiónini Um landskassin fær møguleika at mótrokna í størri parti av inntøkuni, so minkar hetta um inntøkuna hjá teimum sum longu hava eina góða eftirløn og/ella høga lønarinntøku
4a) Broyting av almannapensjónum Mótrokna fyrr men við lægri satsi Í dag kann ein pensionistur forvinna 56.400 kr frádráttarfrítt, og verður síðan mótroknaður 60 % av hvørjari forvunnari krónu. Mælt verður til at mótrokna frá fyrstu forvunnu krónu, men við einum lægri satsi. Um pensjónirnar verða bruttofiseraðar kann mótrokningin vera um 10-15% Lægri mótrokning lættir um sampælið millum skatt og mótrokning, og bøtir um hugin hjá pensjónistum at arbeiða og spara upp til pensjón
4a) Broyting av almannapensjónum Fleksibul pensjónsaldur Fólk fáa hægri grundupphædd, viðbót og samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirløn um tey verða nakað longur á arbeiðsmarknaðinum Kunnu fólk fáa hægri pensjón við at útseta pensjónsaldurin so stimbrar hetta hugin at arbeiða nakað longri
4b) Tvungin persónlig uppsparing Allir borgarar gjalda 15 % av teirra inntøku til eftirlønaruppsparing vm. Minst 10,5 % fara til eftirlønaruppsparing Allir eftirlønarar fáa hægri inntøku Eftirlønirnar føra sum frá líður til stórar skattainntøkur hjá landskassanum Eftirlønirnar føra til at almannapensjónirnar minka tí mótroknað verður í teimum Eftirlønarar kunnu við tíðini gjalda brúkaragjald sum td. part av stovnsuppihaldi á ellisheimi
4c) Hækking av pensjónsaldri Pensjónsaldurin verður hækkaður við 0,1 ári hvørt ár Roknað er við, at miðallivialdurin hækkar 0,1 ár hvørt ár Hækkar pensjónsaldurin við 0,1 ári árliga, so fáa fólk eins nógv ár sum pensjónsmóttakarar í framtíðini sum tey fáa nú, te. um 15 ár Pensjónsaldurin verður umleið: 68 í 2019 69 í 2029 70 í 2039 71 í 2049 Hækkar pensjónsaldurin so minkar útreiðslurnar til almannapensjónir og skattainntøkurnar hækka tí fólk arbeiða longri
4d) Prístalsjavna allar almannapensiónirnar(lønarjavning mótvegis prístalsjavning) • Stórur munur er á, um almannapensjónirnar verða framskrivaðar við prísjavning ella lønarjavning • Grundupphæddin verður ikki prísjavnað • Viðbót verður javnað við 4 prosentum • AMEG verður í minsta lagi prísjavnaður
4d) Prístalsjavna allar almannapensiónirnar(lønarjavning mótvegis prístalsjavning) Pensjónistainntøka í mun til aðra inntøku 2008: Ein pensjónistur uttan arbeiði/eftirløn fær í dag: • 84 % av eini arbeiðsmannaløn • 65 % av eini miðalinntøku Ein pensjónistur við 27% arbeiðstíð sum ófaklærdur ella við 4.700 í eftirløn fær 111 % av arbeiðaraløn
4d) Prístalsjavna allar almannapensiónirnar(lønarjavning mótvegis prístalsjavning) • Skattafíggjaðu pensjónirnar eru hækkaðar 110 % seinastu 12 árini • Tað er kortini mark fyri hvussu leingi ein bert kann prísjavna almannapensjónirnar • Helst ber til at prístalsjavna skattafíggjaðu pensjónirnar í góð 20 ár • Um almannapensjónirnar bert verða prísjavnaðar er dekningsgradurin (í % av arbeiðaraløn): • 84 % í 2008 og verður umleið • 67 % í 2020 • 55 % í 2030
Samandráttur 4) Tiltøk sum kunnu minka vøksturin í eldraútreiðslunum
5. Pensjónsviðurskifti í Føroyum og øðrum londum • Eftirlønaruppsparing í Føroyum, Íslandi og Danmark • Nógv lond hava gjørt broytingar í eftirlønarskipanunum: • Ísland 1997 • Belgia 1997 • Kanada 1997 • Svøríki 1999 • Týskland 2001 • Frankaríki 2003 • Italia 2004 • Holland 2004
5. Pensjónsviðurskifti í Føroyum og øðrum londum Uppsparing Í Føroyum: • Nógv hava eina persónliga eftirlønaruppsparing, td. sum part av eini starvssetan • Feløgini á arbeiðsmarknaðinum liggja millum 6 % og 18 % • Onkrir bólkar tó enn lægri • Ein partur av fólkinum hevur onga eftirlønaruppsparing • Tær flestu skipanirnar eru bert nøkur fá ár Faktum er, at uppsparingin í Føroyum pr. íbúgva ikki er á somu hædd sum uppsparingin í grannalondum okkara
6. Hvussu stór uppsparing er neyðug ? Talva 1: Útgjald í mun til endaløn: • Áramálið, ið inngoldið verður hevur stóran týdning • Útgjald: lívlanga veiting í mun til ratueftirløn Talva 2: Útgjald í mun til endaløn, tá inngoldið er í 40 ár:
6. Hvussu stór uppsparing er neyðug ? Dømi: samanseting av lívlangari veiting og ratueftirløn
6. Hvussu stór uppsparing er neyðug ? Tilmæli: • 15% tvungið inngjald av øllum lønargjaldingum frá 2018 • Inngjald eisini fyri móttakarar av arbeiðsloysisstuðuli, fyritíðarpensión, B-inntøku og almannaveitingum • Minst 10,5 % (70 % 15%) av inngjaldinum verður goldið til uppsparing • Minst 6 % (40 % av 15%) av inngjaldinum skal vera til uppsparing til lívlangar veitingar • Roknað er við, at 4-5 % verða goldin til tryggingar • Parturin til lívlangar veitingar kann inngjaldast sum persónlig uppsparing og umkonverterast til lívlangar veitingar áðrenn 67. ár • Aðrar skipanir, ið geva eins høgan dekningsgrad, kunnu eisini góðkennast • Skattafrádráttur verður bert givin fyri inngjøld til føroyskar skipanir • Skattafrádráttur verður bert veittur fyri inngjøld til ratueftirlønir og til lívlangar veitingar • Skattafrádráttur verður ikki veittur fyri inngjøld til kapitaleftirlønir • Skattafrádráttur verður bert veittur fyri inngjøld til skipanir, ið koma til útgjaldingar eftir fylt 65. ár
7. Samandráttur • Skipanir sum byggja á at tey sum arbeiða gjalda fyri pensjónistarnar fara ikki at virka í framtíðini. • Í 2007 vóru 4,1 sum arbeiddu fyri hvønn pensjónist(65+), í 2020 vera 3,1 sum arbeiða fyri hvønn pensjónist, í 2030 vera bert 2,4 sum arbeiða fyri hvønn pensjónist. • Um eingi tiltøk vera framd so veksa eldraútreiðslurnar úr 10 % upp í 21 % av BTÚ. Um BTÚ er sett til 12 mia. svarar hetta til eitt hall á FL á 400 mió. kr. árliga í 2020, vaksandi til 1.300 mió. kr. í 2050. • Um eingi tiltøk vera framd, so økist skattatrýstið upp frá umleið 50 % av BTÚ og upp móti 60 % av BTÚ. • Um skattatrýstið verður sett so langt upp, at tað almenna kann røkja sínar skyldur, so fer hetta at føra til fráflyting. • Tað almenna fer ikki at kunna røkja sínar skyldur, ma. at gjalda pensjónir og at taka sær av teimum eldru, og heldur ikki at kunna røkja aðrar almennar uppgávur. • Føroyar gerast óliviligar!
7. Samandráttur • Um allar uppskotnu broytingarnar: • Bruttofisering av almannapensjónum • Øking av persónligari uppsparing • Hækking av pensjónsaldri • Prístalsjavning av almannapensjónum verða framdar, (4) tó bert fram til 2030, so veksa útreiðslurnar bert til 13 % av BTÚ, svarandi til hall á FL á umleið 400 mió. kr. við verandi BTÚ. Tiltøkini loysa sostatt 70 prosent av fíggingartrupulleikanum • Um onnur tiltøk verða framd, so verða Føroyar framvegis liviligar og tað almenna kann røkja sínar skyldur • Broytingarnar mugu fremjast nú. Seinni inntrivini verða gjørd, størri mugu tey vera, og knappligar skattahækkingar, te. minking í tøku inntøkunum fara at gera stóran skaða, ma. fráflyting • Um búskaparvøksturin verður 1 prosent árliga í staðin fyri 2 prosent, so verða eldraútreiðslurnar 2 prosentstig hægri, t.e. 15-16 prosent av BTÚ (6-700 mió.) • Tað er tí neyðugt, at landsstýrið førir ein politikk, sum stuðlar uppundir langsiktaðan produktivitetsvøkstur