230 likes | 410 Views
Happing á arbeiðsplássinum. Norrøna 4.-7. juni 2012. Hvat er happing?. Happing er, tá ið ein ella fleiri persónar regluliga og yvir longri tíð niðra og spotta ein persón, sum ikki fær vart seg!. Happing er ikki. Vanlig arging og skemt, einstakar ósemjur ella hendinga niðrandi gerðir.
E N D
Happing á arbeiðsplássinum Norrøna 4.-7. juni 2012
Hvat er happing? Happing er, tá ið ein ella fleiri persónar regluliga og yvir longri tíð niðra og spotta ein persón, sum ikki fær vart seg!
Happing er ikki.. Vanlig arging og skemt, einstakar ósemjur ella hendinga niðrandi gerðir
Hvør er happari og offur? Øll kunnu gerast offur - og øll kunnu gerast happarar!
Summi eru í størri vanda fyri at verða happað.. Serliga starvsfólk, sum: • Eru dugnalig • Eru nýggj • Hava starvið, sum onnur kundu hugsað sær • Hava ein leiðara við minnilutakenslum • Halda upp á sítt og ikki vilja gera neyðsemjur
10 tekin upp á happing 1. Tú verður ússalig av at hugsa um arbeiðið 2. Tú ert javnan fyri hørðum atfinningum 3. Fólk rópa eftir tær 4. Tínar villur verða ikki lagdar til viks 5. Tú ert offur fyri slatri og lygnum 6. Tú verður ikki boðin við til frokost ella fundir 7. Tú hevur brúk fyri eyka sjúkradøgum 8. Títt arbeiðið verður sabotereð 9. Ómøguligt skema 10. Onnur taka æruna av tínum arbeiðið
Innan arbeiðsøkið At týðandi arbeiðsupplýsingar verða afturhildnir At fáa arbeiðsuppgávur, sum tú ikki hevur førleika at loysa At fáa uppgávur við ómøguligum málum ella freistum At missa ábyrgdarøki til frama fyri minni spennandi uppgávur
Á persónliga økinum At tíni sjónarmið verða ignorerað At slatur og óndsinnað sleyg fer fram At tú ert offur fyri rópum og illsinnisglepsum At verða eyðmýgd ella hildin fyri spott
Orsøkir til happing Skipanin av arbeiðinum Ørkymlan og stress í gerandisdegnum Vantandi kunning og samskifti Hvussu broytingar verða handfarnar Ógreiði í mun til arbeiðsuppgávur Ógreið virði og normar Ósjónlig og veik leiðsla
Avleiðingar av happing Fyri tann happaða • Sjálvsvirðið verður niðurpínt • Hugurin at fara til arbeiðis hvørvur • Skommin nívur • Tú byrgir teg inni og luttekur ikki í sosialum tiltøkum á arbeiðsplássinum • Familja og vinfólk verða ávirkað, serliga heima við hús • Álvarslig persónlig kreppa - tunglyndi, strongd ella aðrar álvarsligar sálarligar skaðar • Sjálvmorðstankar og sjálvmorð
Avleiðingar av happing Fyri arbeiðsplássið • Starvsfólk tora ikki at finnast at leiðsluni • Trivnaðurin minkar • Sjúkrafráveran økist • Framleiðslan og úrtøkan minkar • Tænastustøðið minkar • Útskiftingin av fólki er stór • Starvsfólk smatta um hvønn annan fyri leiðsluni
Akuttur happitilburður … tilbúgving fyri álitsfólk Lurta og hoyr viðkomandi Spyr inn til Vís umsorgan og nærveru Góðtak allar kenslur
Akutt happimál … tilbúgving fyri álitsfólk Hin happaði.. .. má ikki vera einsamallur .. er ikki førur fyri at meta um, hvat ið gerast skal .. hevur onga tíðarkenslu .. hevur sum heild mist evnini at meta um
Akutt happimál … tilbúgving fyri álitsfólk IKKI.. ..fortelja um egnar upplivingar ella at stýra samrøðuni ..bagatelisera ..greina og forklára ..blíva forleygin av kenslum ..avbróta grát ella steðgir ..ákæra ella finnast at tí happaða
Handfaring av happimálum Happing nívur! • Leiðslan hevur høvuðsábyrgdina - men uppgávan er felags • Leiðslan prátar við happara/r, offur og vitni - hvør í sær!! • Álitisfólk/trygdarumboð eru til staðar • Lurtið væl, setið orð á, fáið ítøkiligar hendingar og tilburðir fram • Leiðsla og starvsfólkaumboð orða eina Ítøkilig ætlan fyri, hvussu • happingin verður steðgað og hvussu tit fyribyrgja endurtøku • Øll verða kunnað um ætlanina.
Uppgávan hjá álitisfólkinum … í sambandi við happimál Bjóða tær at hjálpa starvsfelaga, sum verður happaður Fá í lag ein fund millum viðkomandi og leiðsluna, har tú ert hjásiti Setið tykkum í samband við hægstu leiðslu ella fakfelagið um neyðugt
Uppgávan hjá álitisfólkinum .. Í sambandi við happimál Skjót upp fyri leiðsluni, at sálarliga arbeiðsumhvørvið á arbeiðsplássinum verður greinað Tann happaði skal ikki aftur í sjúka umhvørvið!
Uppgávan hjá álitisfólkinum .. fyribyrging í friðartíð Skjót upp fyri leiðsluni, at tit orða greiðar mannagongdir og leiðreglur um fyribyrging og handfaring av happing Ein politikkur móti happing kann vera eitt stak gott amboð Skjót upp, at tit seta ein arbeiðsbólk við breiðari umboðan at orða happingarpolitikk
Uppgávan hjá álitisfólkinum .. fyribyrging í friðartíð Vitan Fá til vega vitan og førleikar um happing Vitan um samskifti, konfklikthandfaring, mekling osv. kann vera hent, tá tit skulu fyribyrgja og handfara happing á arbeiðsplássinum
Uppgávan hjá álitsfólkinum Tigandi meirilutin! • Eg eri ikki bangin fyri gerðunum hjá teimum ódnu - men tøgnini hjá teimum góðu!
Happing á arbeiðsplássinum Brót tøgnina og sig frá!