130 likes | 597 Views
Barnarættindasáttmálin - og tær tríggjar fráboðanarskyldurnar Á SSP kveikingardagi tann 9 . november 2012. Amnesty International, 1961. Virðisgrundarlag: Heimsyvirlýsingin hjá ST um mannarættindi frá 1948 Føroya deild, 1965:
E N D
Barnarættindasáttmálin- og tær tríggjar fráboðanarskyldurnarÁ SSP kveikingardagi tann 9. november 2012
Amnesty International, 1961 Virðisgrundarlag: Heimsyvirlýsingin hjá ST um mannarættindi frá 1948 Føroya deild, 1965: • Upplýsa um mannarættindi – “Øll børn í Føroyum skulu kenna síni rættindi” • Upplýsa um mannarættindastøðuna úti í heimi og ávirka hana • Upplýsa um mannarættindastøðuna her heima og ávirka hana
Yvirlýsing, sáttmáli og lóg Barnarættindanevndin hjá ST
Barnarættindasáttmálin • Grundlóg barnsins, 1989 • “Øll børn eru heil og sjálvstøðug menniskjuvið serrættindum” • Mest viðurkendi altjóða sáttmálin • 54 greinar: • Grundleggjandi lívskrøv (matur og heilsa) • Mennast (skúlagongd og frítíð) • Verju (kríggj, harðskapur og misnýtsla) • Samavgerð (ávirkan, luttøku og hugsanarfrælsi) • Ógvuliga umfantandi sáttmáli
Barnarættindasáttmálin • Føroyar staðfestu sáttmálan 1992 • Føroyskt lógarverk skal sum minsta krav liva upp til ásetingarnar í Barnarættindasáttmálanum • Politiskur vilji og grundleggjandi hugburður, men enn er lagt á mál • Vit hava skyldu at lata frágreiðing inn til Barnarættindanevndina í ST • Átalur frá ST verða tiknar í álvara av føroysku myndugleikunum
Tær tríggjar fráboðanarskyldurnar • Fráboðanarskyldan til barnarættindanevndina hjá ST • Fráboðanarskyldan, at upplýsa børnum okkara um teirra rættindi • Fráboðanarskyldan, tá rættindini hjá einum barni eru skerd
1. Fráboðanarskylda (ST) • Vit hava skyldu at lata almenna frágreiðing inn til Barnarættindanevndina í ST • Óheftir felagsskapir hava ábyrgd at lata skuggafrágreiðingar • Barnabati, Amnesty International, Javni, MBF, Ættleiðingarfelagið osfr. • Fyrsta eftirmeting fór fram í 2008 • Føroysk almenn frágreiðing • Skuggafrágreiðing frá Barnabati • Barnabati vísti m.a. á, at vit ikki liva upp til fráboðanarskylduna, og at tað eru stórir trupulleikar viðvíkjandi kynsligari misnýslu og væntandi endurbúgvandi røkt. • Slíkar fráboðanir eru avgerandi!
1. Fráboðanarskylda (ST) Niðurstøður frá ST í 2011 Føroya dumpaðu á hesum økjum: • Heildarætlan fyri íverkansetan av barnarættindum í føroyska lóggávu • Fráboðanarskylda í verki • Serlig tiltøk í sambandi við harðskap • Barnaumboð • Fylgisáttmála um sølu av børnum, barnaprostitión og barnaporno • Hagtøl • Hagtøl um barnafátækradømi og um kynsliga misnýtslu av børnum • Frálæru í Barnarættindasáttmálanum • Fígging til útbúgving og góða sálarliga heilsu.
1. Fráboðanarskylda (ST) Amnesty meinar, at: • Fleiri skulu taka virkan lut í hesi fráboðanarskyldu • Politiski myndugleikin skal viðgera átalurnar og alment staðfesta hvørji tilmæli Landstýrið tekur til sín, og hvussu ætlanin er at betra um viðurskiftini • Føroyar skulu raðfesta og samskipa arbeiðið tvørturum aðalráð og kommunur
2. Fráboðanarskylda (Útbúgving) • Vit hava ábyrgd av, at øll børn í Føroyum kenna síni rættindi • Svørríkið, Noreg og Finnland hava tikið mannarættindi við í lógina um fólkaskúlan og inn í viðkomandi lesiætlanir • Amnesty meinar, at • Barnarættindasáttmálin eigur at vera partur av undirvísingarætlanini í øllum skúlum • Endamálsorðingin í fólkaskúlalógini skal dagførast • Mannarættindi skal vera tvungin partur av viðkomandi lesiætlanum í fólkaskúlanum, á miðnámi og á læraraskúlanum
3. Fráboðanarskyldan • Herda fráboðanarskyldan er eitt framstig • Fráboðanarskyldan, sum tit fara at umrøða í dag, er hjartaslátturin í barnarættindasáttmálanum • Og evsta ábyrgdin er okkara
Takk fyri • Tit eru gerandishetjurnar og tit vita best, og tá tað snýr seg um at fráboða ST vil Amnesty fegin vera tykkara rødd. • Framhaldandi góðan dag!