230 likes | 334 Views
Vísindaskaldskapur 2.y. Vísindaskaldskapur. Lunnarnir lagdir Ein nátt á Villa Diodati Upplýsing og romantikk Hvat er vísindaskaldskapur? Frankenstein Tað gotiska Til næstu ferð!. Lunnarnir lagdir. Mary Shelly Frankenstein hugtakið vísindaskaldskapur Hvat sigur hetta tykkum?.
E N D
Vísindaskaldskapur Lunnarnir lagdir Ein nátt á Villa Diodati Upplýsing og romantikk Hvat er vísindaskaldskapur? Frankenstein Tað gotiska Til næstu ferð!
Lunnarnir lagdir Mary Shelly Frankenstein hugtakið vísindaskaldskapur Hvat sigur hetta tykkum?
Ein nátt í Villa Diodati Á sumri 1816: Tveir ungir enskir yrkjarar ferðast saman við øðrum við Genève-vatnið í Sveits. Percy Bysshe Shelly, 23 ár - ókendur George Gordon Byron, 28 ár – gitin í øllum Evropa – givið eitt yrkingasavn út.
Ein nátt í Villa Diodati George Gordon Byron, seinni Lord Byron 22. januar 1788 - 19. april 1824
Ein nátt í Villa Diodati Shelly livdi saman við Mary Godwin ein gløgg og lívlig ung kvinna tey giftust sama árið hon er seinni kend sum Mary Shelly Claire, gentan hjá Byron var eisini við eins og læknin, John Polidori
Ein nátt í Villa Diodati Tey leigaðu eini vøkur hús við urtagarði við vatnið Har var vakurt, tá ið tey komu Men tey upplivdu eisini harðveður við torusláttri og glaðum eftir vatninum Tann 17. juni hugnaðu tey sær við at lesa franskar týðingar av týskum spøkilsissøgum Óhugnin loypti brell á tey – og tey semjast um, at tey trý: Byron, Shelly og Mary Godwin hvør sær skuldu skriva eitt verk, sum bygdi á ein yvirnatúrliga kjarna.
Upplýsing og romantikk Upplýsingarstevnan ræður í Evropa í 18. øld Upplýsingarstevnan setur sítt álit á vit og skil menniskjans og evni tess at skapa framburð á øllum økjum Náttúran og alheimurin skulu fatast við eygleiðingum og royndum (empiri) Hesin háttur gav eisini úrslit!
Upplýsing og romantikk Dømi: 1760 – Benjamin Franklin – snarljósavleiðarar 1766 – Henry Cavendish – býta vatn sundur í oksygen og hydrogen 1769 – James Watt – dampmaskinan 1773 – br. Montgolfier – royndir at flúgva við eldballónum 1781 – F.W. Herschel – gongustjørnan Uranus
Upplýsing og romantikk á vári 1816 helt William Lawrence, lækni og professari í anatomi, ein fyrilestur í London: lívið er ikki skapt av Gudi, men er eitt alisfrøðiligt fyribrigdi Hugsanin um at kunna greina lívsins uppruna tekur dik á seg Somuleiðis tankin um, at menniskjað kanska kann skapa lív
Upplýsing og romantikk Um hesa tíðina (fyrst í 19. øld) er eitt annað rák enn upplýsingarstevnan farið at gera um seg í Evropa, nevniliga romantikkin Tað byrjar í smáum um 1770 Romantikkin leggur dent á tað ósjálvrádda í menniskjanum, á kenslur Stendur í andsøgn til upplýsingarstevnuna Franska kollveltingin 1789 dømi um tvísøgnina: dreymurin verður til ræðuleika
Upplýsing og romantikk Ein av spurningunum, sum romantikkin setur: Er okkurt í menniskjans muru, sum hóttir skilið og tann klára tankan?
Hvat er vísindaskaldskapur? Mary Shelly (1797-1851) var tann einasta av teimum trimum, sum framdi ætlanina at skriva eina skaldsøgu við hugskotinum: Frankenstein or the Modern Prometheus Nógvar ymiskar allýsingar av hugtakinum vísindaskaldskapi – VS – henda er tann hjá Brian Aldiss:
Hvat er vísindaskaldskapur? Vísindaskaldskapur er ein roynd at skilmarka mannaættina og hennara støðu í alheiminum, sum er fest í okkara framkomna, men trilvandi og ógreiða kunnleikastøði (vitskapi), og sum í flestum førum hevur fingið ein gotiskan ella eftirgotiskan form T.v.s. tað snýr seg um innihald og form!
Frankenstein Rammuskaldsøga ein søga uttast og tríggjar aðrar innií Rammusøgan: Robert Walton, skipari, roynir at finna norðpólin og finnur á ísinum tann illa á holdum komna Frankenstein Frankenstein hevur skapt ein mannlíka (android) Vanskapningurin vendir sær móti Frankenstein Søgan er eitt slag av syndafalsmytu - og hevur eisini ”faustisk” drøg Frankenstein fær løn fyri sína gerð
Tað gotiska Søgan Frankenstein endaði sum ein klassikari Hon er væl skrivað Kann fatast á ymsan hátt sum VS sum ein viðgerð av hjálandaveldinum sum mynd av menniskjanum móti skaparanum
Tað gotiska Hóskar til allýsingina hjá Aldiss av VS Fest í vitskap Formurin er tað gotiska onnur dømi um tað: Stephen King Tað gotiska: óhugnalig ella hóttandi landsløg trø, fjøll, borgir
Tað gotiska Edmund Burke: The Sublime and the Beautiful vakurleiki – friðsæla og njóting tað sublima – undran og ræðsla, pína og órógv ”deilig ræðsla” (delightful horror)
Tað gotiska Frankenstein dømi um skaldskap, har vitskapur (sum evni) rennur saman við gotikk (formur) = vísindaskaldskapur Bókmentagreinin hevur uppruna í møtinum millum upplýsingarstevnuna og romantikkin Hybris og nemesis
Til næstu ferð: Lesið 309-318 (gjøgnumgingið her) s. 319-326 og Nathaniel Hawthorne Móðurmerkið
Evnisviðgerðin víðkað Edgar Allan Poe -