410 likes | 562 Views
Stendur purisman fyri falli í Føroyum?. Hugburður til tøkuorð og nýgerðir Jógvan í Lon Jacobsen. Stendur purisman fyri falli í Føroyum?. Nýmótans tøkuorð í norðurlandamálunum Stigtakari: Málráð Norðurlanda
E N D
Stendur purisman fyri falli í Føroyum? Hugburður til tøkuorð og nýgerðir Jógvan í Lon Jacobsen Fróðskaparsetur Føroya
Stendur purisman fyri falli í Føroyum? Nýmótans tøkuorð í norðurlandamálunum Stigtakari: Málráð Norðurlanda Verkætlanarleiðarar: Helge Sandøy, professari í Bergen og Tore Kristiansen, lektari í Keypmannahavn Fróðskaparsetur Føroya
Verkætlanin “Moderne importord i Norden” Bruk Offisiell normering Holdninger A: Omfang av importord B: Tilpassing av importord C: Avløysar-ord I: Meinings-måling II: Djupgransking(intervju) III: Reaktions-test Fróðskaparsetur Føroya
Purisma = málreinsing Purisma er ein ideologi við tí endamáli at halda málið reint. Tað merkir, at nýggj føroysk orð verða gjørd í staðin fyri tøkuorðini. Purisman er sostatt ein verjumekanisma at avmarka fremmanda ávirkan á málið Fróðskaparsetur Føroya
Hvat merkir tøkuorð? Tøkuorð er eitt felagsheiti fyri lánorð og fremmandorð, tvs. orð, sum eru komin inn í málið uttanífrá, t.d. Kompjútari - lánorð Evangelium - fremmandorð Petrolium – fremmandorð Hvør er munurin? Fróðskaparsetur Føroya
Nýgerðir Nýgerðir eru nýgjørd orð, sum eru ætlað at koma í staðin fyri tøkuorðini, t.d. Telda fyri kompjútari Fróðskaparsetur Føroya
Jørn Lund (1986) “Mindst sprogbevidst er det danske sprogsamfund. Svenskerne er formodentlig en kende mere sprogbevidste, herefter følger i en rækkefølge, der angiver stigende sprogbevidsthed, finnerne, finnlandssvenskerne, nordmændene og færingerne”. Fróðskaparsetur Føroya
Málsligt medvit Veitst tú, um tøkuorðini oftast verða avloyst/týdd, ella verða tey varðveitt sum ensk orð? Fróðskaparsetur Føroya
Stereotypiir hjá føroyingum um styrkina í purismuni í Norðurlondum Føroyingar > Íslendingar > Norðmenn > Finnar > Sviar > Danir Myndin líkist nógv henni hjá Jørn Lund Fróðskaparsetur Føroya
Hugburður til purismuna 67,2 % taka undir við purismuni sum ideologi 18,1 % taka ikki undir við purismuni 5,4 % veit ikki Fróðskaparsetur Føroya
Úrvalið av heimildarfólkum • 262 menn (48,8 %) • 269 kvinnur (50,1 %). • Ikki upplýst (1,1 %). • Tann 1. januar 2001 vóru 51,8 % av føroyingum menn og 48,2 % kvinnur Fróðskaparsetur Føroya
Aldursbýti Fróðskaparsetur Føroya
Tað eru alt ov nógv ensk orð í føroyskum 45 % eru samd um at tað eru ov nógv ensk orð í føroyskum 41 % er ósamd Fróðskaparsetur Føroya
Hvat orð velur tú at brúka? Teldubræv eller teldupostur: 58 % Mail: 28,3 % Bæði: 5,4 % Tað føroyska orðið vinnur Fróðskaparsetur Føroya
Hvat orð velur tú at brúka? Lívverji: 81 % Bodyguard: 11 % Bæði: 2,4 % Tað føroyska orðið vinnur Fróðskaparsetur Føroya
Hvat orð velur tú at brúka? Sniðskapan: 31,5 % Design: 61 % Bæði: 1,5 % Tað enska orðið vinnur Fróðskaparsetur Føroya
Enskt sum móðurmál Tað hevði verið best, um øll í verðini høvdu enskt sum móðurmál 80 % ósamd 13,4 % samd Tað eru serliga tey eldru, sum eru samd í hesum uppáhaldi! Fróðskaparsetur Føroya
Enskt sum arbeiðsmál Hvørja støðu hevur tú til enskt sum arbeiðsmál? Ert tú positiv/ur eller negativ/ur? 60,3 % negativ 25,1 % positiv Her gjørdist eg ovfarin av, at so nógv vóru positiv mótvegis enskum sum arbeiðsmáli Fróðskaparsetur Føroya
Tað verða alt ov nógv ensk orð nýtt í føroyskum í dag – samanborið við aldur Fróðskaparsetur Føroya
Mail, bodyguard og design samanborið við aldur Fróðskaparsetur Føroya
Teldubræv, lívverji og sniðskapan samanborið við aldur Fróðskaparsetur Føroya
Tað verða alt ov nógv ensk orð nýtt í føroyskum í dag – samanborið við inntøku Fróðskaparsetur Føroya
Mail og design samanborið við inntøku Fróðskaparsetur Føroya
Teldubræv, sniðskapan samanborið við inntøku Fróðskaparsetur Føroya
Mail, teldubræv samanborið við útbúgvingarlongd Fróðskaparsetur Føroya
Bodyguard, lívverji samanborið við útbúgvingarlongd Fróðskaparsetur Føroya
Design, sniðskapan samanborið við útbúgvingarlongd Fróðskaparsetur Føroya
Mail, bodyguard, design samanborið við útbúgvingarlongd Fróðskaparsetur Føroya
Teldubræv, lívverji, sniðskapan samanborið við útbúgvingarlongd Fróðskaparsetur Føroya
Stendur purisman fyri falli í Føroyum? • Føroyingar taka sum heild undir við purismuni • Útbúgvingarlongd hevur týdning • Inntøka hevur týdning • Aldur hevur týdning Fróðskaparsetur Føroya
Stendur purisman fyri falli í Føroyum? • Hanga purisma og lágur sosialur status saman? Ja, lutvíst • Grundgeva meira pragmatiskt enn tjóðskaparliga • Fólk, sum brúka føroysk orð í sínum máli verða hægri mett enn fólk, sum nýta ensk orð í staðin fyri Fróðskaparsetur Føroya
Nýtsla av enskum • Ein yngri maður við høgari inntøku, langari skúlagongd, við teldu og alneti og sum býr í miðøkinum nýtir meira enskt enn ein eldri kvinna við lágari inntøku, stuttari skúlagongd, uttan teldu og alnet og sum býr í útjaðaranum. Fróðskaparsetur Føroya
Tað eru ov nógv ensk orð í føroyskum • Ein eldri føroyingur (kyn ger ongan mun) við lágari inntøku, við ongari útbúgving eftir fólkaskúlan og sum býr í Eysturoynni, Sandoynni, Vágum ella Norðurstreymoy og sum ikki hevur teldu, er meira samdur í uppáhaldinum um, at tað eru ov nógv ensk orð í føroyskum enn ein yngri føroyingur við høgari inntøku, við útbúgving og sum býr aðrastaðni í landinum og sum hevur teldu og alnet. Fróðskaparsetur Føroya
Tað hevði verið best, um í verðini høvdu enskt sum móðurmál Fróðskaparsetur Føroya
Spurningarnir í meiningakanningini • Sp. 2 Hvussu ofta hevur tú tosað, lisið ella skrivað enskt ta seinastu vikuna • Sp. 3: Í hvørjum samanhangum hevur tú brúkt enskt (í skúla, arbeiði ella frítíð?) • Sp. 4a: Tað verða alt ov nógv ensk orð nýtt í føroyskum í dag • Sp. 4b: Vit eiga at gera nýggj føroysk orð at seta í staðin fyri tey Fróðskaparsetur Føroya
Spurningarnir í meiningakanningini Sp. 5a: Hvat orð velur tú at brúka: mail ella teldubræv? Sp. 5b: Hvat orð velur tú at brúka: bodyguard eller lívverji? Sp. 5c: Hvat orð velur tú at brúka: design eller sniðskapan? Fróðskaparsetur Føroya
Spurningarnir í meiningakanningini • Sp. 6: Tað hevði verið best, um øll í verðini høvdu enskt sum móðurmál • Sp. 7: Hvat heldur tú um at fólk í útvarpi og sjónvarpi nýta vanligt gerandismál í staðin fyri ein alment ásetan norm? Fróðskaparsetur Føroya
Spurningarnir í meiningakanningini • Sp. 8: Hvat heldur tú um enskt sum arbeiðsmál á føroyskum fyritøkum? • Sp. 9: Hvør hevur størri týdning av hesum báðum hugsjónum: Samhaldsfesti ella einstaklingsfrælsi? Fróðskaparsetur Føroya
Grímukanning Ein grímukanning er eitt háttalag til tess at fáa fatur á ómedvitaðnum hugburði. Í hesi verkætlanini skuldu fólk lurta eftir fimm upplestrum av sama teksti. Tann einasti munurin var talið av enskum tøkuorðum. Nakrir upplesarar lósu við enskum orðum og nakrir lósu við tilsvarandi føroyskum orðum. Fólkini skuldu so meta um hesar upplesararnar á nøkrum skalum, t.d. um upplesarin var ambitiøsur, intelligentur, áhugaverdur, effektivur o.s.fr. Tað, sum fólkini ikki vistu, var, at ein upplesari las tvær ferðir, aðru ferð við enskum orðum og aðru ferð við føroyskum orðum. Fróðskaparsetur Føroya
Metingar av upplesarum, sum lesa við ávikavist føroyskum og enskum orðum Fróðskaparsetur Føroya
Tað hevði verið best, um í verðini høvdu enskt sum móðurmál Fróðskaparsetur Føroya