180 likes | 717 Views
(1810-2010) – skrivað hevur Arnfinnur Thomassen. Tummas í Tøðuni - Keisarin. Føðing og barnaár. Hann er – sum øllum kunnugt - føddur hin 7. aug. 1810. (Kirkjubókin er ikki fullfíggjað tey árini, so hetta kemur ikki fram fyrr enn til
E N D
(1810-2010) – skrivað hevur Arnfinnur Thomassen Tummas í Tøðuni - Keisarin
Føðing og barnaár... Hann er – sum øllum kunnugt - føddur hin 7. aug. 1810. (Kirkjubókin er ikki fullfíggjað tey árini, so hetta kemur ikki fram fyrr enn til konfirmatiónina!) Faktisk endar yvirlitið yvir fødd børn í 1809! Man veit altíð, hvør ið momman er! Lisbeth Thomasdatter (f. 1775 – d. 24. juni 1838) Hon er tá 35 ára gomul, ógift og dóttir Thomas Poulsen frá Kráum. Hann verður kallaður Thomas eftir abbanum -- Jacobsen eftir Jacob Olesen. (So sigst!) Hetta er ein 70 ára gamal sumbingur, f. 1740... “Husmand” med Jord, gift 2 Gange” (ella 3 ferðir?) sigur Fólkateljingin 1801. Hesin Jacob býr tá við Kráir. “Udlagt som Barnefader”! (Okur koma aftur til hansara seinri...) Stuttligt er at síggja í kirkjubókini, at tveir dreingir blíva konfirmeraðir í Vági hin 26. nov. í 1826! Ole Jespersen og Thomas Jacobsen Hin fyrri hevur ”gode Kundskaber”, hin seinri bara ”maadelige K.”! Tað má vera sjáldsamt í søguna, at prestur eigur báðar!!!
Um Tummasar-navnið er at siga, at tað eftir øllum at døma kemur úr Sumba. • Úr Brekkugerði her í Vági er til skjals ein gomul lestrarbók frá 1717. • Bókin er óivað komin frá Tummasi Niclasen, bónda í Laðangarði! (Bergur)
Hvat vita okur um Lisbettu og sonin Tummas? Hon livir ógift til sín doyggjandi dag. Tummas er sostatt “óektað barn..ella leysingabarn”! Sambært fólkateljing, sum Rikard Jensen gjørdi eftir kirkjubókini, so standa móðir og sonur í 1828 sum “tjenestefolk” hjá Joen Villum Danielsen við Misá.Í 1833 (11. nov.) giftist Tummas við Elsebeth Joensdatter (f. 22. apríl 1812) frá Hvanndalsá. Lisa á Mýri, elsta barnið, er fødd 10. des. 1833! Leggið til merkisdagfestingarnar! Um somu tíð byggir hann hús í Tøðuni... ella vesturi á Fløtti. Har á leiðini sum okur fara at taka felagsmyndina á middegi.
Børnini hjá Keisaranum:Tummas Jacobsen (1810-1883) giftist í 1833 við Elsebeth Joensdatter (1812-1861), og tey fingu 9 børn: 1) Elisabeth Maria Thomasdatter, Lisa á Mýri (1833-1907) gift við Niels Jacob Joensen, Jákupi á Mýri (1827-1899) 2) Anna Sofía Thomasdatter (1835-1912), gift við Óla Danielsen (1833-1909) úr Búðini í Porkeri. Búsett á Tvøroyri.3) Ole Johan Thomassen, Óli í Tøðuni (1836-1906), giftur við Maren Margrethe Leo, Gretu í Sjúrðhúsi (1846-1927) 4) Thomas Vinther (1838-1838)5) Elsebeth Frederikka Vinther, Elspa í Líðini (1839-1931), gift við Joen Jacob Joensen, Jógvani í Líðini (1835-1897)6) Thomas Pauli Vinther (1843-1843)7) Niclas Vinther, Niklas í Brekkugerði (1844-1896), giftur við Sunnuvu Rasmusdatter av Sandi (1848-1906)8) Magnus Vinther, Magnus í Brekkugerði (1848-1936), giftur við Annu Mariu Thomasdatter í Brekkugerði (1848-1890) 9) Thomas Vinther, Tummas á Oddafløtti (1851-1912), giftur við Mariannu Joensen úr Smillum (1854-1922)
Í fólkateljingini, sum er 18. august 1834, býr hann í Tøðuni við konu, dóttir og móðir. Hann er akkurat fyltur 24 ár... og hevur sett fót undir egið borð! Tað er ikki lítið av einum leysingarbarni fyri 200 árum síðani! Møguleikarnir hjá smámanninum at koma sær fram í samfelagnum tá í tíðini – tað vita okur – vóru sera avmarkaðir! Fólk høvdu nóg mikið við at fáa mat í munnin! Lívið var ein harður bardagi fyri at yvirliva. Tí vóru teir gomlu eisini harðir stavnar! At Tummas hevur verið øgiliga raskur og arbeiðissamur útróðrarmaður – tað skerst ikki burtur! MEN... hann hevði neyvan megnað tað uttan stuðul onkustaðni frá! TAÐ skal eg koma aftur til um eina løtu!Í fólkateljingunum 1845, 1855, 1860, 1870 býr hann í Tøðuni.Momman, Lisbetta, er deyð í 1838. Kona hansara, Elsebeth, doyr í 1861.Í 1880 býr hin gamli í Brekkugerði hjá soninum Magnusi Vinther. Tað sigst,at hann tók uttasta partin av húsunum við sær, tá ið hann flutti í Brekku-gerðar. >Umframt sjálvandi Bornholmaran, lestrarbók o.a.
Elsti sonurin, Óli Johan í Tøðuni, er inngiftur í 1870. Har hevur neyvan verið tann stóri familju-idyllurin, tá ið hin gamli rýmdi! Tey í Tøðuni máttu seta segldúk fyri holið í húsunum! (Søgan í Vágs søgu um Palla!) Útróður og fiskaarbeiði: Tað verður sagt, at Keisarin átti fyrsta fiskaplássið í Vági. Har hevur hann arbeitt við saltfiski ella klippfiski. Eg minnist, tá ið tað enn var sjónligt niðanfyri hjá Johan Thomasen (Hanneba). Kgl. Einahandilin verður avtikin í 1856. Keisarin er ein av teimum fyrstu, sum í 1857 avreiðir til Thomsen á Tvøroyri, tá ið hesin fer at taka ímóti fiski. Her hevur hann m.a. avreitt í juni 1857. Leggið til merkis, at elsti sonurin eisini verður nevndur á somu síðu! Erling Poulsen, sáli, segði í 1992 frá einari vandaferð í doktaraørindum til Havnar við einum sjúkum manni úr Porkeri! Keisarin var formaður á 10-mannafari, sum varð drigið vestur ígjøgnum ósan á Vágseiðið! Ættin var landnyrðingur eystan! Teir fóru norður um Suðuroynna!
Ingeborg Beder, dóttir abbasonin Tummas í Tøðuni, sigur í Vágs søgu hjá • Poul, at “Keisarin var ráðaríkur, harður av sær, men ógvuliga raskur at • arbeiða...” Tað hevur so undir øllum umstøðum verið ein fortreyt fyri at koma • sær fram í samfelagnum! Ein undangongumaður hevur hann undir øllum • umstøðum verið! Nú á døgum eitur hetta vist ein “mynsturbrótari”! • À heimasíðuni hjá okkum, www.keisarin200.at liggja tvey skjøl, sum vísa, • hvussu Keisarin roynir at tryggja sær arv eftir konuna! Tað er longu í 1839. • Hetta er so hansara síða í kontrabókini hjá Thomsen í 1864:
Húsini í Tøðuni mugu hava verið eini valahús! Tí mong kend fólk t.d.skotin William Askham býr har, áðrenn hann fer út á Marknoyri at handla. Og Keisarin kravdi upp tíggjund fyri sýslumannin, havi eg hoyrt.Tá ið Óli Skúlahaldari (f.1810) byrjar sín skúla í Vági uml. 1840, heldur hann til í stovuni hjá Keisaranum. Hví, skal eg koma inn uppá seinri... Seinastu ár Keisarans Onkuntíð eftir 1880 fer hann til dóttir sína, Annu, á Tvøroyri. Hin gamli er sjúkur og blindur. Og Magnus í Brekkugerði hevur neyvan havt tað stóra plássið at hava hann liggjandi. (Hann er 9. fólkið í húsinum!) Á Tvøroyri doyr hann av “mavekræft” hin 23. mars 1883. Í Brekkugerði løgdu teir illa nokk kortabløðini – tá ið deyðsboðini bórust. Skjótt spurdi onkur av synunum, hvør meldaði? (Petur hjá Hanneba hevur sagt søguna á heimasíðuni!)
Húsini hjá Annu og Óla í Búðini á Tvøroyri: Her liggur hin gamli grivin! Úti á Bø í Froðba:
Hví bleyv hann kallaður Keisarin?Tað er ein stuttlig søga, sum fortelur um, hví hann fekk hetta eykanavnið.Teir vóru meldaðir fyri at hava handlað við útlendsk skip á fjørðinum.Loynihandil var vist ikki nakað ókent fyribrigdi her um leiðir! Og tað skilir man sera væl! Hví skuldu menn fara vandaferð til Havnar, tá ið vøran var at fáa á fjørðinum!? Schrøter prestur var ikki aftastur! Schrøter handlaði fast við John Savignac hjá Horne og Stockhouse í Liverpool. Hann verður onkustaðni sagdur at eiga lívið í suðuroyingum í ringu krígstíðunum fyrst í 1800 talinum. (Tá ið hann í 1826 mátti siga seg frá sum prestur, var tað mest av loynihandinum!) Poul Johannes í Sjúrðhúsi meldaði teir báðar, Julius við Misa og Tummas í Tøðuni. Í rættinum skyldaðu teir uppá viðatrot. Teir áttu ikki eingang við til at smíða lík-kistur! Fólk kundu ikki gravast sum hundar! OG tí blivu teir fríkendir! (OG enntá bidnir um at halda eyguni við “hinum”, sum handlaðu ólógligt!) Tá setti Poul Johannes í Sjúrðhúsi eykanøvnini “Keisarin” og “Fútin” á teir báðar! (Hvør skal siga, at teir vóru omanfyri alla lóg og rætt!)At Tummas so var rættiliga ráðaríkur, hevur sjálvandi eisini gjørt sítt til, at hann eftir hetta bleiv kallaður Keisarin í Tøðuni!
Hvør var pápi Keisarans?Hetta er ein sera áhugaverdur spurningur! Familjur verða enn á okra døgum stokkfornermaðar, um tú gongur teimum ov nær í slíkum viðurskiftum! MEN... Tað gerst ikki við! Okur kunna ikki broyta tað, sum hendi fyri meira enn 200 árum síðani! Tey gomlu tosaðu ikki um slíkt!--- Hvør halda tykur er pápin? Hin 70 ára gamli, 3. ferðir gifti, sumbingurin, Jacob Olesen?!? Ella kanska Schröter (1771-1851) - prestur sjálvur!?Hann var jú føddur í 1771 – og Lisbetta í 1775!Hon hevur heilt sikkurt verið arbeiðiskona har!Tað verður sagt nógvum Schrøter prest.Men flestøll eru á einum máli um, at hannaltíð hjálpti sínum børnum! Lítil ivi tykist vera um, at hann hevur havt ein týðandi leiklut –aftanfyri kulissurnar! Hvussu kundi annarseitt “leysingarbarn” fyri 200 árum síðani kláraat koma sær fram í tí gamla bóndasamfelagnum!Hví skrivar hann onki í kirkjubókina í 1810?Hann fær tveir synir hetta árið: Óla skúlahaldaraí januar og Tummas í Tøðuni – Keisaran - í august!
Ognir og arvur:Føroya Landsskjalasavn hevur funnið tinglýsingina yvir arvin. Longu hin 9. apríl er alt klárt. Hon hongur á vegginum har niðri. So kunna tykur sjálvi síggja, hvussu alt bleyv skift!Knappar 8 gyllin í jørð eru at skifta millum arvingarnar umframt seyð, neyst, hoyggjhús osfrv. Magnus í Brekkugerði fær 7 kr. frá hinum systkjunum! Har er onkur stuttlig millumrokning, sum okur ikki ordiliga gjøgnumskoða!Leggið til merkis, at allir samlir skriva undir “m.p.P.”! Kann tað passa, at ongin av teimum dugir at skriva navnið á sær???Neyvan! Skjalasavnið heldur, at teir gomlu hava latið “Øvrigheitina” orna tað skrivliga! Tað hevur nokk verið tað lættasta og mest praktiska! Teir vóru jú útróðrarmenn! Ikki bókligir skribentar! Her er t.d. arvurin hjáMagnusi í Brekkugerði:PS!Hvat skuldu teir við lestrarbøkrum,um teir ikki dugduat lesa?
Hvør arvaði hvat?(Smb. Tinglýsingina har “Menninir” standa í!)Lisa á Mýri:1 Gl. Jord i Skaalemarken og Botnhauge med 2 Faar1 Fjos + 1/3 Tørvebaad med 1/3 NøstAnna:1 Gl. Jord i Frodebø, i “Sonsjord” og Kambhauge med 2 ½ Faar½ HøhusOle Johan:1 Gl. Jord i Vaag, i Abrahamsjord og Lamhauge med 2 FaarElspa í Líðini: 1 Gl. Jord i Vadlejord og Botnhauge med 2 FaarNiklas í Brekkugerði:1 Gl. Jord i Porkere i Hegsjord og Porkeres Hauge med 3 Faar½ Gl. Jord i Vaag i Hamrebø og Hamrehauge med 1 ½ FaarMagnus í Brekkugerði:1 Gl. Jord i Porkere i Guttekonejord og Porkerehauge med 3 FaarTummas á Oddafløtti:1 Gl. Jord i Vaag, i Vadlejord og Botnhauge med 2 Faar
Hvussu man Keisarin hava sætt út?Okur eiga bara myndir av tveimum av børnunum: Elspu í Líðini og Magnusi í Brekkugerði!
Gamla Kontrabókin á Gørðunum:Í gomlu kontrabókini á Gørðunum frá 1874 og nøkur ár fram ber til at síggja, hvussu fólk livdu. Útróðrarmenn í Suðuroyar sunnaru helvt hava avreitt fisk – og keypt vørur afturfyri. Har er Tummas í Tøðuni ikki at finna! Kanska er hannlongu tá blivin sjúkur!? Tað vita okur ikki! Men synirnir eru allir í bókini!So at siga allir útróðrarmenn hava sína egnu konto í handlinum á Gørðunum.Til stuttleikar skal eg enda við bátunum, sum standa í Kontrabókiniá Gørðunum í 1877:(Krónur og oyrurer óivað tað, sumteir hava avreitt tilGarðarnar hetta árið!?)Annað kann saktansvera avreitt aðrar vegir!?
Tvær viðmerkingar at enda:(sum eg gloymdi í fyrilestrinum!) 1. Sambært Tabellirnar hjá Løbner (1813-1814) so er áður- nevndi Jakob Olsen “sengeliggende”!!! 2. Um pápi Thomas Jakobsøn hét Jakob. Hví er so onki barn hjá Keisaranum uppkallað eftir “abbanum”??? Tey fingu hóast alt 9 børn! Og tá var tað jú ein “natúrulóg” at kalla upp. Summi ættarnøvn ganga fleiri øldir aftur í tíðina!