250 likes | 423 Views
BORGARAFUNDUR. onsdagur 23. januar 2008. Vælkomin. Seinasti borgarafundur var í 2002 Ætlanin við fundinum Hvat hevur Kommunan arbeitt við í seinastuni Hvørjar ætlanir liggja fyri framman Fíggjarstøðan og fíggjarætlan fyri 2008
E N D
BORGARAFUNDUR onsdagur 23. januar 2008
Vælkomin • Seinasti borgarafundur var í 2002 • Ætlanin við fundinum • Hvat hevur Kommunan arbeitt við í seinastuni • Hvørjar ætlanir liggja fyri framman • Fíggjarstøðan og fíggjarætlan fyri 2008 • Ein lítil steðgur verður, har høvi verður at strekkja beinini og fáa sær ein kaffimunn
Skrá • Heimasíða • Bygdarplanur • Útstykking • Vetrarfriðing • Kirkjugarður • Ungdóms- og undirhús • Viðarlund • Bingjupláss • Ellis- og røktarheim • Sosiala Deild • Mattænasta • Fíggjarætlan fyri 2008 • Spurningar og annað frá fundarluttakarum
Heimasíða Heimasíðan er gjørd av Bent Albinus og avtalað er gjørd við Bent um framhaldandi at røkja hesa Nýtast til regluliga kunning umframt lýsingar o.a. Yvirlit yvir komandi fundir, umframt skráir og samtyktir frá bygdarráðsfundum, kunnu eisini síggjast á heimasíðuni Adressan er: www.porkeri.fo
Bygdarplanur • Arbeitt hevur verið við einum bygdarplani í nógv ár • MAP-arkitektar hava staðið fyri arbeiðinum • Er samtyktur á bygdarráðsfundi 20. november 2007 • Skal sambært kunngerð liggja frammi til viðmerkingar í 4 mánaðir áðrenn hann aftur verður endaliga góðkendur av bygdarráðnum. • Síðani verður bygdarplanurin endaliga góðkendur av Føroya Landsstýri - Innlendismálaráðið
Útstykking • Tvær útstykkingar eru • Á Heygunum • Á Hólinum • Tekningar av stykkjunum kunnu síggjast á heimasíðuni • Peningur er settur av á fíggjarætlanini til útstykkingarnar
Vetrarfriðing • Bygdarráðið og formenninir í hagastýrunum vóru í 2006 kunningarferð í Lorvík og Hvannasundi • Felagið Munin hevur síðani, eftir áheitan frá formonnunum í hagastýrunum og borgarstjóranum, gjørt uppskot um, hvussu vetrarfriðingin kann fremjast • Uppskotið kann síggjast á heimasíðuni • Hagastýrini hava eisini viðgjørt uppskotið um vetrarfriðing
Kirkjugarður • Gamla ætlanin um at økja plássið í verandi kirkjugarði er endaliga slept • Nýtt øki, úti Á Deild, er fingið til vega til nýggjan kirkjugarð • Friðingarmynduleikin fyri Suðuroyar Sýslu hevur góðkent økið • Peningur er avsettur á fíggjarætlanini fyri 2008 • Arbeiði uppá nýggja kirkjugarðin byrjar í vár. MAP-arkitektar standa fyri projekteringini
Ungdóms- & Undirhús Handilin hjá Hákun Djurhuus varð keyptur í 2004 Hvat er ætlanin at brúka húsið til: • Ungdómshús • Undirhús • Alment w.c. • Annað Uppskot/tekningar til innrættan og útsjónd eru gjørdar
Viðarlund • Økið, sum er vesturi í Mýrdali, er umleið 3.500 m2 til støddar • Økið er grivið um og veitir lagdar • Trø verða plantaði til várs • Stuðul uppá 100 tkr. er fingin til verkætlanina frá Føroya Landsstýri
Bingjupláss • Keiøkið er og hevur verið ein neyðloysn • Bygdarráðið hevur roynt at funnið eina varandi loysn, men ásannast má at hetta hevur ikki eydnast okkum • Arbeitt verður nú við at loysa málið saman við Vágs Býrað
Ellis- & Røktarheimið • Frágreiðing um byggingina Ellis- og røktarheim Heim fyri minnisveik • Kostnaður: Samlaður kostnaður 42 mio.kr. Landið 12 mio.kr Okkara partur 4 mio.kr. Afturgjalding 10 ár frá tí at byggingin er liðug og grannskoðaður roknskapur fyriliggur • Tekningar, sum víst á talvuni • Tíðarætlan
Sosiala deild Sett á stovn í 2007 Samarbeiði við Vágs Býráð Skrivstovu í Porkeri og leiðari er settur Arbeiðið umfatar, at taka sær av sosialum málum í í báðum bygdunum
Mattænasta • Samstarv millum Vágs Býrað og Porkeris Kommunu • Døgurði verður koyrdur til eldri og onnur sum hava tørv á tí. Í Porkeri eru 10 sum nýta hesa tænastu. • Brúkararnir gjalda ein part av kostnaðinum, ímeðan kommunan rindar restina • Døgurðin verður gjørdur í køkinum í Gamla Pakkhúsi
Spurningar Alt tilfar frá hesi framløguni verður lagt á heimasíðuna hjá kommununi seinni í kvøld