210 likes | 505 Views
Kári Petersen. Føroyskar royndir við ymsum loyvisskipanum í fiskivinnuni. Lógargrundarlagið. Grundlógin § 73. Ejendomsretten er ukrænkelig Lógin um vinnuligan fiskiskap er frá 1994
E N D
Kári Petersen Føroyskar royndir við ymsum loyvisskipanum í fiskivinnuni
Lógargrundarlagið Grundlógin § 73. Ejendomsretten er ukrænkelig Lógin um vinnuligan fiskiskap er frá 1994 § 2: Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum, og rættindi føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið, eru ogn Føroya fólks
Lógargrundarlagið Við fiskidagaskipanini í 1996, varð rætturin til fiskidagar og eginkvotur ásettur at vera galdandi í 5 ár, t. e. rættindini ganga út í 2001. Í 1997 varð hetta longt upp í 10 ár, rættindini ganga út í 2007 Í 1998 vórðu rættindini gjørd óuppsigilig í 10 ár í senn, t. e. í fyrsta lagi til 2008, síðan frá 1999 til 2009 o.s.fr.v. Við lógarbroytingini í 2007, vórðu loyvini ásett at vera í 10 ár (ikki rullandi), t.e. loyvini vórðu uppsøgd til at ganga út í 2018
Lógargrundarlagið Samgonguskjalið: Loyvini skulu gevast tíðaravmarkað og rullandi Fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum: 12 ár í senn Rullandi merkir at tey í prinsippinum automatiskt verða endurnýggjað í 12 ár í senn. Sjálvt um løgtingið sigur tey upp við 12ára freist, so kann løgtingið broyta hugsan, og endurnýggja loyvini í uppsagnartíðini Loyvini verða tí í veruleikanum so gott sum óuppsigilig Brúksrætturin verður so langur og torførur at siga upp, at hann er nærum ein ognarrættur
Lógargrundarlagið Ásetingin um, at loyvir verða givin fyri fleiri ár, stríðir móti ásetingini um, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks. Tá loyvini vera givin fyri 10 ár, og serliga 10 ár og rullandi, verður upprunaliga lógin um at livandi tilfeingið er ogn Føroya fólks, í veruleikanum sett úr gildi Við at geva loyvir í 10 ár, loyvir landsstýrið tí persóninum, sum hevur loyvið, at selja rættindini næstu 10 árini Tann sum selur skip við loyvum, fær peningin. Tann, sum eftir lógini eigur rættindini (Føroya fólk) fær einki § 2 sigur, at livandi tilfeingið er ogn Føroya fólks, men § 7, har loyvið verður givið fyri 10 ár, setur § 2 úr gildi Løgtingið tekur ognarrættin frá Føroya fólki og gevur hann til einstaklingar
Lógargrundarlagið Ræðisrættur og virðisskapan Lógin um vinnuligan fiskiskap, grein 7, sigur, at: Eigararnir skulu vera skrásettir at búgva í Føroyum, vera fult skattskyldugir í Føroyum Føroyingar skulu í minsta lagi eiga 2/3 av eginpeninginum í felagnum Føroyingar skulu hava minst 2/3 av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum Hetta verður gjørt fyri at tryggja at føroyingar hava ræðisrætt yvir skipum, sum fiska við føroyskum fiskiloyvi Føroyingar skulu fáa minst 2/3 av vinningsbýtinum Føroyingar skulu fáa meginpartin av virðisskapanini í vinnuni Í viðmerkingunum verður grundgivið við grein 2: Livandi tilfeingið er ogn hjá føroysku tjóðini
1998lógin, skipahandlar Skipsvirði + (mió. kr.) veiðirættindi Skipsvirði Krúnborg, nótaskip 350 150 Vesturvón, verksmiðjutrolari 80 40 Columbus, partrolari 7 300 tús Nornagestur, partrolari 7 300 tús Polarhav/Hamranes, partrolari 25 12 Stjørnan/Breiðanes, partrolari 25 12 Tindur, trolbátur 6 500 tús Skarðhamar, trolbátur 6 500 tús Grani, línubátur 14 500 tús Mascot, línubátur 21 4 Fjalshamar, partrolari 15 7 Nónhamar, partrolari 15 7 Kelda: Leysliga mett av kønum fólkum í vinnuni
1998lógin, avleiðingar av skipahandlum Ogn og skuld hjá flotanum (mió. kr.) 2002 2004 2006 2008 2010 Goodwill/veiðiloyvi 26 57 284 544 594 Skip 1805 1909 2654 2155 2308 Langfreistað skuld 952 1158 1991 1628 1788 Skuld til atknýtt feløg 131 98 460 352 603 Skuld íalt 1599 1863 3226 2867 3022 Kelda: Grannskoðanarvirkið NOTA
1998lógin, avleiðingar Skipini eru sera dýr, fleiri ferðir virðið á skipinum sjálvum Tað verður goldið eitt stórt tilfeingisgjald til tann, sum fer úr vinnuni Tann sum fer úr vinnuni, fær sera nógv burturúr Tann, sum heldur fram í vinnuni ella sum kemur inn í vinnuna, verður sera skuldarbundin Fiskivinnan sum heild er vorðin nógv meir skuldarbundin
Niðurstøða um 1998lógina og skipahandlar Eitt stórt tilfeingisgjald er goldið, leysliga mett 6-700 mió. kr. Tann, sum eigur tilfeingið, Føroya fólk, fær einki Reiðarin, sum fer úr vinnuni, fær tilfeingisgjaldið (goldið verður fyri brúksrættin í 10 ár) Fyri at koma inn í vinnuna, skal eitt sera stórt tilfeingisgjald gjaldast til reiðaran, sum fer úr vinnuni Ómøguligt at koma inn í vinnuna Skuldin hjá flotanum er tvífaldað eftir 8 árum Nógv feløg gerast skuldarbundin og geva lítið og einki yvirskot
Virðið á veiðirættum er í mun til avkastið Tal Netto- EBIT Úrslit áðr. Goodwill/ (mió. kr.) søla DA óvanligt veiðiloyvi Uppisjóvarskip 8 776 273 160 461 Rækjuskip 3 113 11 0 6 Verksm.trolarar 3 298 73 34 31 Partrolarar 22 316 10 -44 67 Lemmatrolarar 8 130 5 -9 12 Línuskip 16 179 11 -9 16 Garnaskip 6 35 1 -4 1 Onnur skip 1 30 5 2 0 Útróðrarbátar 180 Tilsamans 2057 389 130 595 Keldur: Grannskoðanarvirkið NOTA og Fiskiveiðieftirlitið
Stór avkast í pelagisku vinnuni Pelagiskur fiskiskapur: Svartkjaftur 1000t 2,60kr 2,6m 2d Makrel í norskum sjógvi 300t 9,00kr 2,7m 2d við nót Makrel í føroyskum sjógvi 300t 6,00kr 1,8m 2d við troli Chr. í Grótinum (gamli) 40m 16d rekord ? Partrolarar: Upsi í føroyskum sjógvi 200t 10d Makrel í føroyskum sjógvi 100t 1d Upsi 13m 5mð Makrel 12m 2mð
Stór avkast í pelagisku vinnuni Yvirnormalt avkast Vanligt avkastkrav við inflatión: 13 % Avkastkrav við lágari inflatión: 10 % Ymisk avkastkrav alt eftir váðanum í einstøku vinnuni Skipakostnaður: 250 mió. kr. Eginpeningur: 50 mió. kr. Árligt yvirskot: 40 mió. kr. Árligur inntøkuvøkstur: 4 % Diskonteringsrenta: 10 % Investeraður eginkapitalur 50 mió. kr. NPV(nútíðarvirði av yvirskoti í 20 ár): 450 mió. kr., eftir skatt 369 mió. kr. Avkast: 640 %, árligt avkast 30-40 % Íløga 50 mió. kr., eiga skipið, vert 250 mió. kr., eftir 6-7 árum
Stór avkast í pelagisku vinnuni Pelagiska vinnan Skipsvirði + (mió. kr.) Skipsvirði veiðiloyvi Tróndur í Gøtu 250 Finnur Fríði 140 Jupiter 60 Saksaberg 20 Norðborg 270 Christian í Grótinum 40 Fagraberg 120 Næraberg 40 Atlantsfarið 40 Tilsamans 980 2-2,5 mia. Leyslig meting: Fiskiskapur, samanseting av fiskasløgum og tal av skipum eru sera skiftandi, loyvini sera ymisk TV2: Føroyingur, sum eigur skip í Danmark Skipið við veiðiloyvi vert 1,2 mia. kr., skipið sjálvt er vert 200 mió. kr.
Fylgjur av langum rullandi loyvum, yvirlit Fylgjur av 12ára rullandi loyvum, yvirlit: Sterkari ognarrættur til veiðirættindini Prísurin á veiðirættindum fer upp Nøkur skip kunnu seljast fyri nógvan pening, til dømis kunnu pelagisku skipini seljast fyri tilsamans 2-2,5 milliardir Sera dýr skip Ómøguligt at koma inn í vinnuna, manglandi dynamikkur, eingi nýggj fólk Føroyingar kunnu ikki gjalda tey stóru loyvini Bert útlendingar (og føroyingar sum arbeiða fyri teir) kunnu bjóða Fiskivinnan á útlendskar hendur Vandi fyri, at virðisøkingin fer av landinum Stór skuld í fiskivinnuni, rentuútreiðslurnar hjá fiskivinnuni verða stórar Stór miðsavnan av valdinum í føroysku fiskivinnuni og í samfelagnum annars
Fylgjur av langum rullandi loyvum, skuld Størri tryggleiki hjá teimum sum keypa, um loyvið verður rullandi og 12 ár, og teir vilja tí gjalda hægri prís Nakrir reiðarar kunnu fara úr vinnuni við milliardum Um fyrst eitt loyvi er givið fyri nógv ár, kann løgtingið einki gera, reiðarin stendur púra frítt at selja Teir, sum koma inn mugu gjalda eitt sera stórt tilfeingisgjald Fiskivinnan verður nógv meir skuldartyngd Landskassin missir skattainntøkur, tí rentuútreiðslurnar hjá vinnulívinum verða sera stórar og yvirskotini fara at minka
Fylgjur av langum rullandi loyvum, virðisøking Tað er sannlíkt, at stórur partur av fiskivinnuni fer á útlendskar hendur, og vandi er fyri, at virðisøkingin fer av landinum Lógin um vinnuligan fiskiskap, grein 7, sigur at føroyingar skulu fáa minst 2/3 av vinningsbýtinum Hetta er sett inn fyri at tryggja, at føroyingar skulu fáa ágóðan av teimum virðum, sum verða skapt í vinnuni Í nøkrum feløgum við útlendskum eigarum eru lán frá útlendska eigaranum, ofta kallað skuld til atknýtt feløg Útlendsku eigararnir kunnu taka yvirskotið út, sum renta av láni, ið teir hava givið til felagið Viðhvørt seta teir eina variabla rentu, viðhvørt er rentan høg Harvið kann alt yvirskotið takast út, um hetta er ynskið Transfer pricing, innanhýsis handil í eini konsern Í Íslandi hava útlendingar ikki loyvi at eiga í fiskiskipum
Fylgjur av langum rullandi loyvum, ræðisrættur Tað er sannlíkt, at stórur partur av fiskivinnuni fer á útlendskar hendur, og vandi er fyri, at føroyingar missa ræðisrættin yvir føroysku fiskivinnuni Lógin um vinnuligan fiskiskap, §7, sigur at føroyingar skulu eiga minst 2/3 av partapeninginum, og hava minst 2/3 av avgerðarrættinum Feløg kunnu hava sera lítlan eginpening, viðhvørt niður í 0,05 prosent, meðan útlendingar veita stóran lánskapital Um fremmandafíggingin er 99,9 prosent, og eginfíggingin er minni enn 0,1 prosent, so kann ein ivast í, um ræðisrætturin er á føroyskum hondum Hjá onkrum feløgum er skuld til atknýtt feløg rættiliga stuttfreistað, hetta merkir, at útlendski lánveitarin kann seta føroyska partinum treytir
Fylgjur av langum rullandi loyvum, miðsavning Rullandi loyvir hava longu nú ført til sera stóra miðsavning av avgerðarrætti í vinnulívinum JFK, Kjarnufyritøkur: Gadus, Næraberg og Farið Partrolarar: Polarhav, Stjørnan, Vestmenningur, Fram, Safir, Smaragd, part av Grønanes Línubátar: Klakkur, Helena, Polarstjørnan Varðin: Kjarnufyritøkur: Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Jupiter og Saksaberg Framherji: Kjarnufyritøkur: Vesturvónog Fagraberg Saman hava hesar fyritøkur keypt: Partrolarar: Rókur, Lerkur, Stelkur, Bakur, Heykur, Falkur Lemmatrolari: Edna Fiskavirking
Fylgjur av langum rullandi loyvum, miðsavning Miðsavningin av valdinum fer at halda fram og styrkjast við langum rullandi loyvum Oligarki, fámannaveldi Einki kann forða teimum, sum fáa loyvini, í at selja tey fyri milliardir Nøkur fá fólk fara at eiga milliardir Tey fara eftir nøkrum árum at ráða yvir restini á føroyska vinnulívinum og í samfelagnum annars, hetta sæst til dømis í Íslandi og Russlandi
Fylgjur av langum rullandi loyvum, niðurstøður Niðurstøður um lang og rullandi fiskiloyvir: Verður lógin samtykt, so bakkast ikki fyrr enn um nógv ár Brúksrætturin verður nógv sterkari, næstan sum ognarrættur Brúksrætturin(veiðirætturin) verður givin fyri einki Prísurin á veiðirættindunum fer nógv upp Veiðirættindini kunnu seljast saman við skipunum fyri milliardir Teir, sum fara burturúr vinnuni, fáa søluupphæddina Tey, sum sambært lógini eiga fiskatilfeingið, Føroya fólk, fáa einki Teir, sum koma inn í vinnuna, fara at skylda stórar upphæddir Fiskivinnan verður sera skuldarbundin Bert útlendingar kunnu bjóða uppá tey stóru skipini Vandi er fyri, at útlendingar fáa ræði á føroysku fiskivinnuni Útlendingar kunnu taka vinningin út úr vinnuni, um teir ynskja tað Nøkur fá fara at hava allan avgerðarrættin í vinnulívinum