200 likes | 409 Views
Positiv útlit næsta árið. Konjunkturfrágreiðing Búskaparráðið, januar 2006. Yvirlit. Tveir partar: Baksýni til kreppuna fyri 10 árum síðani Meting um útlitini næsta árið við tilráðingum. Baksýni: Innleiðing. 10 ár síðani stóra búskaparkreppan endaði
E N D
Positiv útlit næsta árið Konjunkturfrágreiðing Búskaparráðið, januar 2006
Yvirlit • Tveir partar: • Baksýni til kreppuna fyri 10 árum síðani • Meting um útlitini næsta árið við tilráðingum
Baksýni: Innleiðing • 10 ár síðani stóra búskaparkreppan endaði • Síðani 2001 aftur uppliva útflutningskreppu • Gott høvi til samanbering • Hvar blívur kreppan av? Ella nýtist nøkur kreppa koma? • Tvær høvuðsfrágreiðingar uppá kreppuna: • Fall í gjaldoyrainntøkunum skapti kreppu • Fíggjarkreppa vegna búskaparpolitiska vanstýring
Gongdin í gjaldoyrainntøkunum • Blokk og útflutningur • Vøkstur inntil ’91, síðani fall til ’95, tó ikki minni enn í ’89 • Vøkstur árini ’96-’01, síðani fallandi • Ikki frágreiðing uppá kreppuna
Fráflytingin • Kreppan byrjaði í 1989 • Í 1990 fluttu netto 1000 fólk, tá vóru gjaldoyrainntøkur-nar í hæddini
Húsaprísir • Húsaprísir bera boð um framtíðarvánir • Byrjaðu at lækkað í ’89 • Síðani ’94 støðugt hækkandi
Lønargjaldingar • Lønargjaldingar okkara frægasta barometur • Lækkaðu frá ’89 til ‘94 • Síðani ’94 hækkandi
Nýtsluinnflutningurin • Privatnýtslan í lítlum opnum búskapi • Lækkaðu frá ’88 til ‘93
Baksýni: Niðurstøðan • Frágreiðing: • Fall í gjaldoyrainntøkunum ’91-’94 • Fíggjarkreppa í ’89-’92 vegna politiska vanstýring • Men hvussu við støðuni nú? • Aftur stórt fall í gjaldoyrainntøkunum • Men uttan nakað eyðsýniligt tekin uppá búskaparkreppu
Ein kreppa og onnur • Arbeiðsloysið er framvegis lágt • Lønargjaldingarnar hildið stand • Nettofráflyting avmarkað “... eitt fall í gjaldoyrainntøkunum í eitt avmarkað tíðarskeið ikki nýtist at merkja eitt ógvusligt fall í vælferðini hjá borgarunum.”
Óneyðug kreppa? • Eingin kreppa nú – óneyðug kreppa tá? • Kreppan í ’90’unum skyldaðist vánaligum búskaparpolitikki – serliga skilaleysur studningspolitikkur • Av somu orsøk var skuldin so stór, at einki var at standa ímóti við • Niðurstøðan: “... ávirkanin av sveiggjum í gjaldoyrainntøku-num á búskapin sum heild og serliga á vælferðina hjá borgarunum er tann, sum politikkararnir gera hana til. Tí er tað alt avgerðandi, at myndug-leikarnir fáa í lag ein búskaparpolitikk, sum hóskar til búskaparstøðuna. ”
Útlit: Meting um broytingar • Fokusera á 3 økir í broyting • Altjóða búskapargongdin • Lániveiting fíggjarstovnanna • Fíggjarpolitikkurin • Harumframt má metast um støðuna • Gjaldsjavnin • Fíggjarstøða tess almenna • Arbeiðsmarknaðurin
Lønargjaldingar í vøkstri • Størsti vøkstur síðani 2001 • Ikki stórur • Serliga seinna hálvár royndist væl í fiskiskapi
Lítið arbeiðsloysið, stórt gjaldsjavnayvirskot Arbeiðsloysið síðani 2001 ... og almenna fíggjarstøðan er somuleiðis góð
Altjóða búskapargongdin og okkara útflutningsvinnur • Niðurgongd í útflutningsvinnunum síðani 2001 – serliga vegna minking í aling • Men samanfallandi við altjóða búskaparliga niðurgongd • Síðani hevur gingið betur hjá stóru búskapunum og góð útlit
Men oljuprísurin ein váði • Stór øking í oljuprísinum síðsta árið • Serliga vegna Kina • Væntandi klárar altjóða búskapurin skerini • Men Føroyar eisini beinleiðis ávirkað
Aljtóða búskapurin positivur • Samanlagt nakrir positivir tendensir í altjóða búskapinum • Oljuprísurin ein váði eins væl og framhaldandi útveiting fyri siðbundnu flakavinnuna • Dynamikkurin í vinnuni ber eisini boð um ávísa optimismu
Herd kapping á fíggjarmarknaði • Herda kappingin komin lántakaranum til góða við munandi lægri lánikostnaði og størri fleksibiliteti • Viðført hægri húsaprísir og sannlíkt eisini økta nýtslu og íløgur • Positiv íkast til búskapargongdina næsta árið
Fíggjarpolitikkur • Stimbranin til búskapin kemur frá • Fíggjarpolitikkinum • Kommununalu fíggjarkørmunum (45% av samlaðu skattainntøkunum) • Fíggjarlógin vísir hall á 200 mió.kr við øktum íløgum og skattalætta • Kommunurnar búskettera við øktum útreiðslum • Samanlagt ein positiv stimbran til búskapin
Tilráðingar • Samlaða metingin av teim 3 økjunum eru postiv: Útlit til vøkstur komandi árið • Stimbranin frá privata eftirspurninginum stórur, tí má Landsstýrið ansa sær við ov ekspansivum fíggjarpolitikki • Annars gerst úrslitið lønartrýst á arbeiðsmarknaðinum tí arbeiðsloysið er lítið • Góðar tíðir eru góðar til reformir • Altjóðagerð krevur meiri útbúgving & gransking • Einskilijing kann skapa øktan dynamikk • Samfelagbúskaparligar raðfestingar av íløgum