1.11k likes | 1.4k Views
Tilfari er gjørt í samband við at. Fyrilestur um kost til eldri. Føðslumeting Um máltíðin Eldri við góðum matarlysti Eldri við ringum matarlysti Serligir bólkar av fólki við ringum matarlysti. Fyrsti partur Føðslumeting. Føðslumeting. Hvat er proteintørvurin ?
E N D
Fyrilestur um kost til eldri Føðslumeting Um máltíðin Eldri við góðum matarlysti Eldri við ringum matarlysti Serligir bólkar av fólki við ringum matarlysti
Fyrsti partur Føðslumeting
Føðslumeting Hvat er proteintørvurin ? Føðslutilráðingar til eldri við góðum og ringum matarlysti Møguleikar fyri ymiskum kosti
Samanseting av kroppinum hjá eldri Minni væta í kroppinum Mongdin og styrkin í vøddunum minkar Innihaldi av kálki fellur Innihaldi av feitti hækkar
Hvør er proteintørvurinTilráðingar til protein Frísk eldri 0,8 gram proteini/kg ein vigar Eldri, ið tapa seg ella hava annan serligan tørv 1,5 gram proteini/kg ein vigar
Protein Frá djórum kjøt, fiskur, egg, mjólkarúrdráttur, ostur Frá plantum m.a groft breyð og havragrýn
Ov lítið av proteini Vøddarnir verða minni Tann eldri er meira troyttur Immunverjan viknar
Føðslutilráðingar til eldri við góðum og ringum matarlysti Góðan matarlyst Ringan matarlyst Protein: 15% Protein: 18%Feitt: 30% Feitt: 50%Kolhydrat: 55% Kolhydrat: 30-35%Trevjar: 3g/MJ Trevjar: uml 1,5g/MJVæta 1-1½ litur um dagin Væta 1-1½ litur um dagin
Nær er føðslutrot ? Tá ið tann eldri etur so lítið, at orkutørvurin ikki er nøktaður Tá ið tann eldri vigar ov lítið Tá ið tann eldri lættnar óvænta
Avleiðingar av ikki at fáa dekka protein- og orkutørvin - Minka muskulfunktión – Ringt við at ganga – Tann eldri dettur oftari – Liggur meira í songini – Ringa styrki til at hosta – Klára seg minni sjálvi – Niðursetta immunverju – Ringari at heila sár og tí fleiri liggisár – Verri cognitivar og psykologiskar funktiónur – Ringt minni –Tundlyndi
Fylgir av at fáa ov fá føðsluevni BMI >24 24-29 <29 Ikki aktiv sosialt % 74 62 36 Tekur initiativ % 44 54 67 Deyðuligheit (<85ár) % 29 13 9 Hjálp til at eta % 34 25 18
Avbjóðingar Orkutørvurin fellur við aldrinum MEN.... Tørvurin av vitaminum og mineralum er tann sami
BMI hjá eldri fólkiðyvir 65 ár vekt (kg) / hæddin (m) * hæddin (m) Tað verður tilrátt, at eldri, ið eru frísk hava BMI: 18,5 – 24,9 eldri, ið eru á ellis/røktarheimi ella á sjúkarhúsið hava BMI: 24 -29
Møguleikarnir fyri ymiskum kosti m.a. Kostur til eldri við góðum matarlysti Kostur til eldri, ið viga ov nógv Kostur til eldri við ringum matarlysti Kostur til eldri, ið hava ringt við at tyggja/svølgja
Eldri, ið hava trupuleikar við at eta vanligan kost. Umhugsa hvat fyri kostur passar best til tann eldra beint nú. Hugsa um, at tann eldri skal hava kostin broyttan, um hann fær lættari við t.d. at svølgja. Endamálið er at miða ímóti, at brúkarin fær so vanligan kost sum gjørligt
Millummálar Millummálarnar eru av stórum týdningi Millummálarnar geva 50% av samlaðu orkuni fyri allan dagin Best við 3-4 millummálum um dagin hvør millummáli skal hava íalt : uml. 1000 kJ uml. 9 gramm av proteini
Ábyrgdin Heilsuhjálparin/Heilsurøktarin hevur í tøttum samstarvi við sjúkrasystrina ábyrgdina av at: – tey eldru eta og drekka nóg mikið. – finna tey eldru, sum eru í ringari føðslustøðu ella eru í vanda fyri at verða tað. – hjálpa til við føðsluviðgerð, eitt nú at viga tey og skráseta hvussu vektin broytist.
Annar partur Um máltíðin
Havi í huga Eldri fólk hava fingið sínar kostvanar gróðursettar í einari tíð, har vøruúrvalið, verðirnir og virðini vóru øðrvísi enn tey eru hjá teimum yngru í dag Tí hevur væl kendur matur stóran týdning
Um máltíðina Kanningar vísa, at eldri fólk : – heldur eta rugbreyð enn franskbreyð. – dáma væl havragreyt ella velling. – heldur eta epli enn rís og pasta. – saman við eplunum vilja tey hava sós ella smelt. – eta meira frukt enn onnur - eisini fruktgreyt. – drekka heldur minni av mjólk enn tey yngru, men dáma væl ost upp á breyð. – eta kjøt næstan hvønn dag og teimum dáma eisini væl at fáa súpan. – sum heild meira viðskera á breyðinum enn tey yngru. – smyrja meira feitt á breyðið enn tey yngru. – eta nokkso nógv sukur, køkur og omaná. – eta ofta heitan mat mitt á degi. Spyr altið tey eldri hvat teimum dáma best
Eldri útlendingar Væl kendur matur hevur líka stóran týdning fyri eldri fólk úr øðrum londum sum fyri eldri føroyingar. Spyr tey eldru sjálvi, hvat teimum dámar at eta og hvussu siðvenjan og leiðreglurnar eru.
Hugsa um umhvørvið, tá ið eti verður Geri mat, ið sær freistandi út Eti øll samstundis Nok av røktrstarvsfólki, ið kunnu hjálpa Heiluvágurin er klárur at takað Lat tað verða friðaligt/hugnaligt, meðan eti verður Lat ikki bakkar standa á borðinum Dekka borðið, so tað er klárt at eta Borðreið við einum rætti í senn Lat tað verða ljóst við borðið Set blomstur á borðið
Tað ber til t.d. at skapa lukt og matarlyst við at – rista breyð – gera kaffi – fløva køku – pressa appilsin
Fá tey eldru í gongd Tað er gott fyri matarlystin, lagið og heilsuna at røra seg. Vøddar skulu brúkast til tess at varðveita styrkina.
Tá ein skal hjálpa einum eldri at eta – Gev tær góðar stundir. – Sit á einum stóli undir liðini av tí eldra, soleiðis at tú kanst hava eygnasamband og vera sissandi. – Síggj til, at tann eldri fær møguleika fyri at gera sum mest sjálvur. – Ikki skava við skeiðini eftir høkuni á tí eldra – brúka ein serviett til at turka munn og høku við. – Bjóða teimum at drekka afturvið.
Hjálpartól Tá megin í ørmum og hondum ikki longur er so góð
Sjónveik kunnu tørva eyka hjálp Borðreið so vítt gjørligt á sama hátt hvønn dag. Syrg fyri góðum ljósi. Hav ikki stearinljós á borðinum - tey kunnu blinda. Lýs hvussu maturin liggur á borðiskinum í samsvari við eitt ur. Syrg fyri, at munur er á litunum – t.d. svart kaffi í einum ljósum koppi
Syrg fyri góðari munnrøkt hvønn dag Góðar sterkar tenn og/ella væl sitandi handilstenn eru umráðandi fyri, um tað kennist gott at býta í og tyggja og harvið eta.
Turr í munninum – Syrg fyri góðari munnrøkt áðrenn, aftaná og meðan etið verður. – Bjóða ísvatn, ísterning, smáar bitar av frukt, súgvitablettir og sukurfrí bomm. – Bjóða okkurt drekkandi og flótandi kost eitt nú ríkiliga sós, suppu, greyt og krem. Brúka spýtteftirgerðarevni og vaselin ella varrastift til varrarnar
Tekin um vantandi vætu Trekan maga Í ørviti Viknaðir vøddar Svimbul Dottin Skjótt afturfarin
Tilráðingar um vætu Gev altíð okkurt drekkandi afturvið øllum máltíðum eisini millummáltíðum. okkurt drekkandi á songarstokkinum. eyka vætu í samband við fepur, lívsýki, spýggju, kropsliga venjing og tá tað er lýtt í veðrinum uml 1½ litur av vætu um dagin
Triði partur Eldri við góðum matarlysti
Eldri fólk við góðum matarlysti eiga at eta soltnan mat við nógvum trevjum eta alt slag av fiski – soltnan og feitari fisk soltið kjøt eta groft breyð nógv grønmeti og frukt eitt sindur av feitti hava fríska luft hvønn dag røra seg hvønn dag.
Ískoyti av vitaminum og mineralum Øll eldri fólk eiga at taka D-vitaminir. Eldri, sum ikki fáa mjólk ella mjólkarúrdrátt, eiga at taka kalcium, t.d. eina tablett, har bæði kalcium og D-vitamin eru í.
Góðar millummáltíðireru týdningarmikið íkast til samlaða føðslutørvin – Fullkornsbreyð, eisini uttan kjarnur, við solkaðum feitti og soltnum viðskera, t.d. osti, kjøti, frukt ella grønmeti – Grovbolla við soltnum osti og rabarbusúltutoy – Fríska frukt, kann gott vera bleyt frukt sum t.d. ferskur, banan og pera – Frukt greyt – Frukt úr blikki – Turkað frukt og nøtir – Soltin mjólk, fruktdjús, kaffi, te – Rein jogurt við müsli ella havragrýni
Kostráðtil eldri viðgóðum matarlysti • Etið fullkornsbreyð , nýtist ikki at vera við kjarnum í. Et grýn - kann gott vera greytur. • Ger tað fleiri ferðir um dagin . Uml. 250g íalt um dagin.
Kostráðtil eldri viðgóðum matarlysti 2. Etið frukt og nógv grønmeti hvønn dag - í minsta lagi 600g í alt um dagin.
Kostráðtil eldri viðgóðum matarlysti 3. Etið epli, rís ella pastu hvønn dag. Vel helst fullkornsvørur. Uml. 250 g um dagin.
Kostráðtil eldri viðgóðum matarlysti 4. Etið ofta fisk ella fiskaviðskera – hvønn dag upp á breyð og minst tveir fiskadøgurðar um vikuna. Vel ymisk sløg av fiski - minst 300g um vikuna.