500 likes | 712 Views
Nýggjur sáttmáli millum Føroyar og Ísland. Handilspolitiska samráðingarnevndin. Hví nýggjan sáttmála?. Norðuratlantiskt búskaparøki Norðuratlantiskt tilfeingisøki Felags samstarv við ES. Innihaldsvídd. Handil við vørum Handil við tænastum Flyting hjá persónum og uppihaldsrættur
E N D
Hví nýggjan sáttmála? • Norðuratlantiskt búskaparøki • Norðuratlantiskt tilfeingisøki • Felags samstarv við ES
Innihaldsvídd • Handil við vørum • Handil við tænastum • Flyting hjá persónum og uppihaldsrættur • Flutningur av kapitali og íløgur • Stovnseturættur • Kapping, almennur einkarrættur, almennur stuðul og innkeyp hjá tí almenna • Samvinna á øðrum økjum
Samvinna á øðrum økjum • Mentan, útbúgving, læra, ítróttur og ungdómur • Orka • Umhvørvi • Heilsutænastur • Menning av mannatilfeingi í almenna geiranum • Gransking og tøknimenning • Tilfeingisumsiting • Telesamskifti • Ferðavinna • Flutningur
Yvirskipaðar meginreglur • Tey fýra frælsini • Frælsi fyri vørur • Frælsi fyri tænastur • Frælsi fyri persónar • Frælsi fyri kapitali • Tjóðskaparviðferð • Føroyingur í Íslandi hevur somu rættindi sum íslendingur í Íslandi og øvugt • Føroyskt vinnufelag í Íslandi hevur somu rættindi sum íslendskt vinnufelag í Íslandi og øvugt • Føroysk vøra í Íslandi hevur somu rættindi sum íslendsk vøra í Íslandi og øvugt
Føroyar – Ísland Egnar lógir, sum ikki gera mismun Ráð og felagsnevnd (sáttmálin byggir á álit) Fevnir um øll búskaparøki, við fáum undantøkum EBS Samrímaðar lógir (Harmonized) Fleiri tungar skipanir, so sum ESA og EFTA-dómstólurin Týdningarmiklir partar av búskapinum ikki við Sáttmálin samanborin við EBS
Høvuðsøki • Skatta- og avgjaldslóggáva • Rættur at fara undir vinnuligt fíggjarvirksemi • Innkeyp hjá tí almenna
Skatta- og avgjaldslóggáva • Tryggja at eingin mismunur er ella verður • Henda meginregla er longu ásett í fríhandils-sáttmálum og dupultskattasáttmálum Føroya við onnur lond
Vinnuligt fíggjarvirksemi • Peningastovnar, fondsmeklarafeløg og íløgufeløg • Føroyingar og íslendingar kunnu reka fíggjarvirksemi hvør hjá øðrum
Alment innkeyp • Útbjóðing av almennum innkeypi • Føroyskt vinnufelag í Íslandi hevur sama rætt sum íslendskt vinnufelag í Íslandi viðvíkjandi almennum innkeypi og øvugt
Sáttmálin og fiskivinna • Fiskur, fiskavørur og tænastuveitingar innan fiskivinnuna kunna handlast “frítt” • Kapitalur, íløgur og vinnuligt virksemi kann fara fram hvør hjá øðrum • Arbeiðsmegin kann flyta seg frítt
Undantøk fyri fiskivinnuna • Verandi avmarkingar viðvíkjandi útlenskum ognarparti halda fram • Í mesta lagi 49% fyri føroyingar í Íslandi • Í mesta lagi 33,33% fyri íslendingar í Føroyum
Umsiting av havtilfeingi • Rætturin at umsita og gagnnýta havtilfeingi verður varðveittur • Londini bæði kanna miðvíst møguleikar fyri øktari samvinnu um havtilfeingi
Hoyringsfundur við fiskivinnuna 16. juni 2003 • Fiskivinnuumboðini jalig • Nyttan fyri fiskivinnuna kemur við limaskapinum í Al-Evro-Miðjarhavs Skipanini fyri Samsavnan av Uppruna • Viðbreknar landbúnaðarvørur verða nevndar við navni
Vøruhandil • Nýggi sáttmálin tekur burtur verandi avmarkingar • Føroyingar og íslendingar somu marknaðaratgongd hvør hjá øðrum
Undantøk fyri landbúnaðarvørur “Skaðar innflutningur av ávísum landbúnaðarvørum í tátti 1, 2, 4, 5, 12, 15, 16 og 21 í Samrímaðu Vørulýsinga og Talskipanini frá øðrum Sáttmálapartinum, kann seinni Sáttmálaparturin av sínum eintingum taka hóskandi og rímilig stig.” (grein 5, J, i)
Handil við tænastum • Forðingar á tryggingarøkinum skulu burtur • Føroyingar og íslendingar kunnu tryggja hvør hjá øðrum • Lóg um tryggingarvirksemi broytast • Føroyingar og íslendingar kunnu stovna tryggingarfeløg hvør hjá øðrum
Kapping • Kappingarmyndugleikarnir skulu • Samstarva • Flýggja hvørjum øðrum upplýsingar • Ráðføra seg hvør við annan • Broyta kappingarlógina; heimild til at lata ávísar upplýsingar av landinum
Heilsufrøðiliga økið • Londini bæði varðveita sínar heilsufrøðiligu skipanir
Kolvetnislógin varðveitt • Kaikantsreglurnar halda fram • Ikki loyvt at gera mismun millum íslendingar og føroyingar í Føroyum og somuleiðis vinnufeløg
Norðurlendskir sáttmálar • Almannaveitingar eru fevndar av • Nordisk Konvention om Social sikring • Nordisk Konvention om Social bistand og tjenester • Eru ásettir í frumskjali til sáttmálan • Sáttmálarnir javnseta norðurlendskar borgarar
Útbúgving • Føroyingur hevur somu rættindi til skúlar, lærdar háskúlar og aðrar lærustovnar í Íslandi sum ein íslendingur og øvugt
Próvskjøl og førleikaprógv • Londini viðurkenna sambærilig próvskjøl og onnur førleikaprógv hjá hvørjum øðrum • Slík viðurkenning skal ikki vera verri enn viðurkenning av skjølum útskrivaðum í triðja landi
Útbúgvingarstuðul • Fastbúgvandi føroyingur í Íslandi hevur somu rættindi til útbúgvingarstuðul sum íslendingur í Íslandi og øvugt
Al-Evro-Miðjarhavs Samsavnan av UpprunaPan-Euro-Mediterranean Cumulation of Origin
Uppruni • Avgerandi fyri hvørja tollviðgerð vøran fær • Útvunnin/framleidd samsvarandi frumskjali við upprunareglunum • Uppruni kann samsavnast
Samsavnan • Tvílanda samsavnan • Full samsavnan • Diagonal samsavnan – Al-Evro-Miðjarhavs Samsavnan av Uppruna
Al-Evro-Miðjarhavs Samsavnan av Uppruna Fleiri enn 40 lond ES, EFTA, Føroyar, Rumenia, Bulgaria, Turkaland, Egyptaland, Ísrael, Jordan, Libanon, Marokko, Sýria, Tunesia, Algeria, Vestari Áarbakki og Gasageirin • Upprunareglurnar í øllum handilssáttmálunum eins • Føroyar handilssáttmála við fleiri lond
Hvussu virkar skipanin? • Vøran missir ikki so lætt upprunastøðuna • Vøran hevur upprunan við sær millum lond • Hvat avgerð upprunan? • Hvaðan er vøran • Er vøran viðgjørd • Er viðgerðin nøktandi ella ikki • Hvar liggur størsta virðisøkingin
Dømi 1 Eitt føroyskt virki keypir íslendskan fisk Fiskurin verður skorin í portiónir og paneraður Viðgerðin er nøktandi Fiskurin fær føroyskan uppruna
Dømi 2 Eitt føroyskt virki keypur íslendskan fisk Fiskurin verður skorin til flak Viðgerðin ov lítil og virðisøkingin minni enn virðið á rávøruni Vøran varðveitir íslendska upprunan Viðgerðin ov lítil, men virðisøkingin í Føroyum størri enn virðið á rávøruni Vøran fær føroyskan uppruna
Dømi 3 Eitt føroyskt virki keypur íslendskan fisk Fiskurin verður als ikki viðgjørdur Fiskurin varðveitir íslendska upprunan
Peru • Menningarhjálp • Fríhandilssáttmáli • Fiskiloyvir • Starvsfólkaumbýti
Menningarhjálp • Stórur tørvur innan fiskivinnu • Føroyskir førleikar kunnu gera mun • Byrja við høgguslokki, menningarverkætlan, sum framleiðir neyðhjálparvøru • Aling • Stórflakavirkir • Menning av fiskivinnu • Altjóða grunnar
Føroysk servitan – menna Peru • Fiskivinnustovan – gransking og menning • Fiskirannsóknarstovan - kanningar • Menningarstovan – marknaðarføring • Heilsufrøðiliga starvsstovan – altjóða krøv • Fiskaaling • Føroysk virkir
Fríhandilssáttmáli • Peru hevur áhuga í fríhandilssáttmála • Uppskot um samráðingar næsta summar • Peru vil tættari at Evropa
Vinnulig áhugamál • Føroyskir reiðarar áhuga í fiskiskapi • Uppisjóvar fiskasløg • Rækjur • Flogvallir • Havnir • Oljuvinna • KT • Undirvísing
Hví eru Føroyar áhugaverdar? • Lítlar, koma ikki við eini armadillu • Hava sáttmála við ES • Pakkin: menningarhjálp, fiskirættindi og fríhandilssáttmáli • Peru hevur bráðfeingis tørv á fiskivinnu til matna • Joint Venture
Vandar • Triðjaheimsland og óreglusemi • Núverðandi áhugamálini innan fiskivinnu • Politisk broyting
Líkar? • Somu tjóðardagar • Málstríðið í Cuzco • Los Vikingos, vóru víkingarnir fyrstir? • Søgulig gransking, skulu vit broyta heimssøguna?
Samanumtikið • Peru hevur arbeiðsorku og náttúruríkidømi • Føroyar hava hátøkni og marknaðarinnlit • Tí gagnligt samstarv fyri báðar partar