260 likes | 425 Views
Meðan vit bíða eftir innliti …. Tíverri situr alment innlit ikki í merginum á føroyingum. Stóra málið hevur verið ‘oy, sum tað er óroynt at landsstýrismaðurin hevur gjørt sáttmála í trúnaði.’ RULE OF MAN – NOT RULE OF LAW BYGGJA VIT TÁ LAND VIÐ LÓG? Í veruleikanum er snýr málið seg um:
E N D
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Tíverri situr alment innlit ikki í merginum á føroyingum. • Stóra málið hevur verið ‘oy, sum tað er óroynt at landsstýrismaðurin hevur gjørt sáttmála í trúnaði.’ • RULE OF MAN – NOT RULE OF LAW • BYGGJA VIT TÁ LAND VIÐ LÓG? • Í veruleikanum er snýr málið seg um: • at fólkið – tit – mugu biðja um innlit og møguliga kæra/klaga um noktan. • Vit skulu læra hetta í kvøld.
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Men meðan vit bíða eftir innliti. • Skulu vit • Umframt at læra at biðja um innlit • Hví vit hava innlit? • Hvat fevnir innlit um? • Hvussu meta vit atlit móti hvør øðrum? • Hví vit mangla politiskan og fakligan merg? • Hvat annað er til ráða at taka? • ...og hví er so týðandi at vit øll biðja um innlit?
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Tað síðsta fyrst: • ...og hví er so týðandi at vit øll biðja um innlit? • Jú, teir gomlu lógkønu søgdu: • Optima legum interpres est consuetudo • Besta løgtulkaner venja • Vit mugu hava venju, case-law, menning av lóg • Annars følnar lóg, tulkast burtur, verður avsøgd • Sakirnar, dømini, úrskurðarnir koma í bøkurnar
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Bókin Fyrisitingarlóg • (Kári á Rógvi, Bárður Larsen): • “Skal nakað hava alment gildi, má tað vera almannakunnugt.” • Samanfatan av norrønar mentan, samtyktari lóg, altjóða krøvum. • “...vitan er vald, og valdið eigur at vera hjá fólkinum.”
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Vit trilva mangan eftir orðunum: • Hetta við dulda sáttmálanum er onkursvegna... • ‘Óhoyrt og í stríð við fólkaræðið’ • – men hví? og kunnu vit siga hetta meiri fakliga og neyvliga? • - og nær hava vit skilmarkað og allýst hetta fólkaræðið?
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Í Svøríki hava tey ta avgjørdu fatan, at alment innlit er avgerandi fyri rættarsamfelagið og fólkaræðið.Longu í 1766 verður staðfest: • hithöraockalla societeters och värks samt enskildte personers memorialer, ansökningar, projecter och förslager, betänkande, besvär med utslag och svar derå, såsom ock alla ämbetsmäns bevisliga så laglige som olaglige göromål och förrättningar med hvad sig dervid tilldragit, nyttigtellerskadeligt. Í Tr.frihetsf. 1 av 4 grundl.
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Í Svøríki er rætturin at søkja innlit og at fáa ávirkan so í merginum, at CornelisVreeswiijk skrivar um petitiónsrættin í vísuni um ‘lillasötahönanAgda’ Mín grái Fordur ella Medistari í karry: • Jag ska be att få ställa uppmed en visa om en tuppSom var gammal och utslitenimpotent och väderbiten.Hönsen klagade och gnälldeför han dem ej tillfredställdedom skrev på en petition'Ge vår tupp förtidspension’ (sa dom) sama við ‘therighttoremainsilent í USA’
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Í Føroyum hava vit Stýrisskipanina. • Byrjanin sigur alt, meðan aðrar grundleggjandi lógir tosa um “WethePeople” og “Norge er frit, selstændigt” ella líknandi, so “Í yvirtiknum málum...” • Av óvart komu nøkur (1-5) rættindi við (rættindi annars hildin vera ‘donsk’): • Útvarpan av tingfundum • Víðkað talufrælsi og immunitetur fyri tingfólk • Skattur ikki afturvirkni • Fólkaatkvøða sum minnilutaverja
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • So komu rættindalógir • Ll. um fyrisitingarlóg • Ll. um alment innlit í fyrisitingina • ...
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Innlitslógin er sera trupul, men fyri tann ið dugir at lesa hana er nakrar greiðar meginreglur at avviga. • Øðrumegin • §§ 1 og 4: Øll almenn fyrisiting skal veita innlit í saksviðgerð í sambandi við virksemi myndugleikans. • Áheitan skal skila til tey skjøl ella tað mál, sum viðkomandi ynskir at gera seg kunnugan við. • Nú gera tit hvør sína umsókn og vísa á sáttmálan
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Hinumegin • § 12 Rætturin kann avmarkast í tann mun neyðugt at verja munandi vinnuviðurskifti um fíggjarligan týdning fyri tann persónin ella virkið • §13 Rætturin kann avmarkast í tann mun neyðugt at verja munandi fíggjarligu áhugamálunum hjá tí almenna, vinnuvirksemi tess almenna, serligar umstøður
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Vanliga tagnarskyldan tapir fyri innliti • § 14 2. pkt: • ...er ikki galdandi viðvíkjandi tí vanligu tagnarskylduni sambært revsilógini, fyrisitingarlógini og tænastumannalóggávuni. • Serlig tagnarskylda kann vinna á innliti: • IL § 14, 1. pkt. ...avmarkað av serstøkum ásetingum um tagnarskyldu, ið eru ásettar við lóg ella við heimild í lóg fyri persónar, ið virka í almennari tænastu ella starvi.
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Hondina upp, hvør hevur fyrr sent umsókn um alment innlit? (ikki partsinnlit) • Hvør fleiri enn fimm ferðir? • Hvør skal hava innlitsumsóknina? • § 15 – avgerðarmyndugleikin annars myndugleikin ið hevur skjalið • § 16 – avgerð um innlit sum skjótast • Innan 10 dagar skal boðast frá nær
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Hvat eigur IMR ella annar myndugleiki at svara um ‘Sáttmála um Tunnil til Havnar’? • Dømi: teldur í Runavík, prísur kann bert vera hildin aftur meðan tilboðini er afturlatin LUM • Prísur og aðrar skyldur hjá landinum kunnu ikki haldast aftur. Um okkurt tøkniligt loyniligt er í, skal umsøkjarin gerast kunnigur við restina av innihaldinum í skjalinum.”
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Hvat er so ‘tað besta av tí heila’ ? • IMR er samt við mær í hesi tulking – at enn er frítt innlit í sáttmálan, tí í broytingarl. uppsk. stendur: • “§ 15 a. Fram til 6 mánaðir aftaná, at tunnilin er tikin í nýtslu, er avtalan um einkarætt ikki fevnd av løgtingslóg um innlit í fyrisitingina.” • ...Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Verandi rættarstøða: innlit er í sáttmálan • Um tit kortini óheimilað fáa nei: • Klaga til LUM – sí www.lum.fo – oyðublað • Klaga til Løgmans – minn á SL § 33(3) um eftirlitisskyldu løgmans • Søk um fría proces at stevna • Legg málið fyri landsstýrismálanevndina (einasti hálvi petitiónsrættur føroyinga)
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Men hvat hevur fakligheitin at bjóða? • IMR hevur móti betri vitandi mælt til at dylja sáttmála, sum alment innlit er í • IMR hevur givið hugskot um valdsreingjan: 1) serlóg á tvøroyri ímóti SL § 1, 2) serlóg um kommunalar avgerðir í brLl. • IMR hevur sett til viks alt sum Tamilmáloa. læra
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • IMR fyrisititurímóti lógini LSM er uttanfyri heimild • Lógin um tunnil sigur: • Samráðast kann við ávíst P/F (serl. avhendan) • Ongin heimild fyri tilkoyringarvegum • Onga heimild fyri bót – breakofffee • Ásett, at landið kann fremja vanliga útbygging • Um ikki P/F – so útboð, má tulkast sum slíkt vanliga er við fráboðan, freist, upplating • Undir øllum umstøðum farið at skriva undir
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Fakligheitin í Løgtinginum ikki nógv mætari • “Formansskapurin fer at nýta hetta høvið at gera tingmenn varugar við, at tá tingmenn fáa upplýsingar, har ásett er, at hesar skulu viðgerast í trúnaði, so eigur henda áseting at verða vird, hetta uttan mun til, um tað snýr seg um skjal, sum er merkt í trúnaði, mál, sum nevnd ger av skal verða viðgjørt í trúnaði, ella upplýsingar annars, har tagnarskylda er áløgd ella eigur at vera vegna almenn ella privat áhugamál.”
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Systemfeilur og umfatandi venja er bági og vansi • Dømi: Ll. um vinnuligan fiskiskap ásetir at í umsitingini av hesi lóg skal dentur vera á at troyta og gagnnýta tilfeingið burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga – hesi er fakligt hugtak bygt á vísindalig markvirði • At fakfólk (í starvi á Fróðskaparsetrinum) hvørt ár mæla til ‘sama tal sum í fjør’, at embætisfólk kontrasignera og LSM skýtur upp óbroytta veiðuorku er eklatant greitt brot á skyldur hjá fakligheit, ráðgeving sum fyrisiting og LSM
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Annar vansi er at fakligheitin hevur so lítið at bjóða. • Pástindir um, at “hetta hevði oooonga aðrastaðni komið fyri!” eru tvass – at gera ovuríløgur í fysiska infrakervið er eyðkenni við fólkaræði eins og fyri alt tað øllum øðrum ræði • ‘Bridge tonowhere’, jyskemotorveje, japanska samferðslukervið, pyramidurnar, bábelstornið • Vit hava óreflekteraða danska frøðingar, sum ikki gera skyldu sína at skriva fakliga um føroysk viðurskifti út frá hollari gransking í føroyskum og altj. viðurskiftum.
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Eisini vansi at fólkavaldu mangla tilvitsku um støðu sína • Pástindir um, at “eg havi fingið at vita, at tað er løgfrøðisliga í lagi” og útallilsir um at “eg eri ikki jurist” eru undanstøkking. • Tann ið er løgmaður ER ovasti verjin av lógini, rættindum og rættarstatinum, viðkomandi skal sjálvstøða taka støðu og ábyrgd fyri ‘øllum tí løgfrøðiliga’ • Hvussu LSM og tingfólk seta seg inn í lógina líkamikið, men tey skulu gera hetta og hava ábyrgd
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Ábyrding fevnir um: • Skyldu at halda lógir, gera rætt, • Skyldu at gera sítt besta • Arbeiðsgevarin – fólkið – ábyrdast av vanligum mistøkum • Men viljaverk og óviðkomandi ikki fevnd NL 3-21-2 • Her er endurgjaldsskylda • Týðandi Test Case: fáa vit milliónina aftur ?
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Hvat skulu vit so gera? • Jú, um bæði politisku skipanina og fakligheitinamugu vit siga sum Cornelis: • Vi vill ha entuppmed stingdenvi har hanärjuding! • Vit mugu áseta í ‘superlóg’ at ‘ikki er lov’: • Hjá Løgtinginum at valdsreingja • Hjá Løgtinginum at undantaka serl. frá innliti
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Hvat skulu vit so meira gera? • Vit mugu fáa í lag kjakið um fakligheitina • Fakliga sannførandi argumentið skal ráða • Ikki fakliga embætið, tittulin • Semju um at skriva fakligt tilfar • ...kjak, ummæli, greinir, bøkur • Um at útbúgva í Føroyum • Um at úttala seg • Um at lyfta úttalilsini upp minsta støðið • Um at fakligheitin tænir fólkinum – valdið er hjá F
Meðanvitbíðaeftirinnliti… • Hvat skulu vit so annað gera? • Vit mugu fáa í lag kjakið um superlógina • Um markreglu • Um valdsreglu • Um tilfeingisreglu • Um talufrælsi • Um rættin at koma á tal (petitión) • Um at valdið er hjá fólkinum og tí er vitanin eisini